Eisini bretsku fjølmiðlarnir hava gjørt nakað burtur úr serligu støðuni, sum føroyska javnaðarumboðið í fólkatinginum, Jóannes Eidesgaard, er komin í, nú so tætt gjørdist millum veingirnar báðar í fólkatinginum.
Hósdagin var prát við Jóannes Eidesgaard í BBC í londin, og stóru bløðini The Guardian og The Financial Times hava eisini skrivað um danska valið, og støðuna hjá Jóannes Eidesgaard.
The Guardian ber valúrslitið saman við óvæntaða sigurin hjá John Major í 1992 tá hann vann tepran sigur, hóast veljarakanningarnar søgdu tað mótsætta - eins og í Danmark mikudagin.
Um valið skrivar blaðið: »Mr. Rasmussen?s victory dependes on the votes of two representatives from the semi-independent Faroe Islands and Greenland. Joannes Eidesgaard from the Faroes said yesterday that although he would not vote to bring the administration down, he would not back it on all issues«
Og so leggur blaðmaðurin afturat: »Watch oyt for more government money for the Faroes ? at least a new airport or sports stadium?«