KÍ er topplið – í hvussu so er inntil seint seinnapartin í morgin.
Í kvøld vann KÍ 1-0 á heimavølli ímóti B36. Einasta málið skoraði Jóannes Bjartalíð, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. KÍ hevði horna úr høgru, sum Árni Frederiksberg tók sær av. Tað varð roknað við, at bólturin fór at verða lagdur inn fyri málið. Men KÍ hevur nógvar variatiónir av uppleggum. Árni Frederiksberg legði bóltin flatt út til Jóannes Bjartalíð, sum út frá brotsteigarsamankomingini skotfintaði, rak fimm metrar, smekkaði til, og bólturin streyk inn við nærra stólpa.
-Bólturin tók í ein av verjuspælarunum og snýtti ivaleyst Mattias Lamhauge í B36 málinum, sigur KÍ málskjúttin Jóannes Bjartalíð.
Í fjør var hann eitt skifti í aldudalinum, og hann fótaði sær ongantíð aftur á tí støðinum, sum hann áður hevur víst. Í kvøld vísti Jóannes Bjartalíð, at hann er aftur á toppinum, og tað er einki at ivast í, at hann verður millum teir, sum mánadagin fara at fáa landsliðsboð.
KÍ hevði risastóran møguleika longu í fyrsta minutti, og KÍ var leingi greitt omaná. Tað vóru spentar støður í B36 brotsteiginum, og fleiri ferðir streyk bólturin framvið stólpunum aftanfyri Mattias H. Lamhauge.
At munurin bara var eitt mál bar við sær, at tað eisini í seinna hálvleiki var spennandi og intenst. Leikdygdin lækkaði, og tað vóru nógvir nærdystir og skjótar vendingar úr øðrum endanum og í hin.
-Vit hava einki ímóti, at tað eru nærdystir, tí vit eru sterkir, og hóast vit bara vunnu við einum máli, so ber sigurin boð um, at vit vóru omaná, sigur Jóannes Bjartalíð.
Í B36 miðverjuni var Sonni Ragnar Nattestad. Tað kom óvæntað á, tí einki hevði verið at frætt um, at hann aftur er B36 spælari, áðrenn leikaralistin var almennur.
-Hetta er nýtt. Støðan gjørdi, at tað var neyðugt við nýggjum miðverja, og Sonni Ragnar Nattestad hevur vant við okkum. Vit skundaðu okkum ikki at kunngera tíðindini. Tað kundu vit annars havt gjørt í gjár, sigur B36 venjarin Dan Knudsen.
Hann heldur, at tað er einki at liggja omaná, at KÍ var omaná, men hann rósar sínum spælarum fyri at stríðast fyri møguleikanum inntil síðsta bríksl.
-Vit spældu okkum ikki til upplagdar møguleikar, men tað vóru fleiri spentar støður. Okkum dámar væl at samanspæla við stuttum sendingum. Soleiðis varð tað ongantíð. Talan var um nógvar langar sendingar, og tað er ikki akkurát tað, sum vit eru bestir til, sigur Dan Brimsvík venjari hjá B36.
KÍ – B36 1-0 (1-0)
1-0: Jóannes Bjartalíð 10.
Dómari: Eiler Rasmussen
KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Mads Bo Mikkelsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick da Silva – Deni Pavlovic, René Shaki Joensen (Jonn Johannesen, 94.), Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg (Claes Philip Kronberg, 75.), Páll A. Klettskarð, Jóannes Bjartalíð
Gult kort: Odmar Færø, Deni Pavlovic, Patrick da Silva, Claes Philip Kronberg
Venjari: Mikkjal K. Thomassen
B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen (Andreas Thomsen, 88.), Thor Høholt, Sonni Ragnar Nattestad (Símun Sólheim, 77.), Magnus Egilsson – Magnus Holm Jacobsen (Ragnar Samuelsen, 63.), Eli Falkvard Nielsen (Bjarni Petersen, 88.) – Andrass Johansen, Michal Przybylski, Bjarki C. Nielsen – Uros Stojanov (Brian Jakobsen, 77.)
Gult kort: Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen, Benjamin Heinesen, Ragnar Samuelsen, Magnus Egilsson
Venjari: Dan Brimsvík