Jóannes gekk undan við at skora hattrikk

Tað vóru fleiri flokkar á muni, tá ið KÍ vann tennissigur í Sørvági

10 dystir og 30 stig. Tað er úrtøkan, nú klaksvíkingar í dýrdarveðri í Sørvági rigga til at fara til hús eftir at hava verið ein túr vestanfyri.

 

Úrslitið boðar frá, at tað var stórur munur á liðunum, og soleiðis var tað. Tað vóru fleiri flokkar á muni, og umframt at skjóta eina rúgvu av málum, so eru teir í leguni sera nøgdir við, at tað fyri níggjundu ferð í hesum kappingarárinum eydnaðist at halda mótstøðumonnunum frá at skora. Eisini hóast málverjin fram ímóti dystarenda var so generøsur at bjóða heimamonnunum góðan møguleika, sum hann so sjálvur megnaði at bjarga sær og sínum monnum burturúr.

 

Stóri maðurin á meistaraliðnum í dag var Jóannes Bjartalíð, sum av álvara er í landsliðsflokki. Hann skoraði trý mál – tvey við brotsspørkum og eitt við fínum stútara eftir innlegg úr høgru frá Árna Frederiksberg.

 

Í seinna hálvleiki vóru fleiri av stuðulsspælarunum skiftir út. Millum teir, sum komu á vøllin, vóru ungu menninir Olaf K. Hansen og David B. Andreasen. Tann fyrri var um reppið at skora beinanvegin, men úr góðari støðu sendi hann bóltin uppum málið, og lítla løtu seinni høgdi Dávid B. Andreasen úr 18 metrum bóltin í málið.

 

07 Vestur hevði ikki so nógv at bjóða uppá í framrættaða partinum, og í verjuni gekk tað illa at halda røsku gestunum.

 

 

 

07 Vestur – KÍ 0-6 (0-3)

 

0-1: Jóannes Bjartalíð br

 

0-2: Jóannes Bjartalíð

 

0-3: Mads Bo Mikkelsen

 

0-4: Valerijs Sabala

 

0-5: Jóannes Bjartalíð br

 

0-6: David B. Andreasen

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Asbjørn Heðinsson, Eiler Fróðason, Dánjal Pauli Lervig, Jóannis á Steig – Janus Svabo Samuelsen, Høgni Egilstoft Nielsen – Mathias Voss, Jaspar Van Der Heyden Ronni Møller-Iversen – Mads Borchers

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jesper Brinck, Heini Vatnsdal, Dmytro Lytvyn, Patrick Da Silva – Mads Bo Mikkelsen, Jákup B. Andreasen Jóannes Bjartalíð – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jonn Johannesen (René S. Joensen, 8.)