Í dag byrjar jóansøkuskráin av álvara. Og eitt av tiltøkunum, ið setur dám á, er pisufundurin.
Í dag verður pisufundur í Vági á økinum við minnisvarðan. Hetta er miðskeiðis í Vági. Har savnast pisurnar, ið hava tikið prógv á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni.
Jórun Mohr Viderø heldur pisurøðu. Gestarøðari er Niels Rødgaard. Dagfinn Olsen fer at framføra lagið Fagri Flokkur.
Pisufundurin í Vági verður klokkan 17:30 í dag.