Joe & The Shitboys spæla á Roskilde Festivalinum

Tvey føroysk nøvn eru við á Roskilde í ár.

Føroyski punkbólkurin Joe & The Shitboys skal spæla á ársins Roskilde Festivali.

 

Hesum boðar festivalurin frá í dag, og bólkurin boðar eisini frá hesum í dag á sínnum facebook-vanga.

 

Bólkurin hevur verið uttanfyri landoddarnar og spælt, ið har hevur bólkurin gjørt vart við seg. M.a. hava onglendingar lagt bólkin til merkis.

 

Bólkurin er í løtuni á konsertferð, og hevur m.a spælt á danska Spot festivalinum, og í kvøld hava Joe & The Shitboys konsert í Ipswich í Onglandi.

 

Kenda punk-rock hetjan Iggy Pop hevur í sagt seg dáma bólkin sera væl.

 

##med2##

 

Iggy Pop

 

 

 

Roskilde Festivalurin, sum í ár hevur 50 ár á baki,  er í døgunum 26. juni til 2. juli.

 

Brimheim spælir eisini á Roskilde í ár.