Joen Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, varð á tingfundinum í morgun valdur til løgtingsgrannskoðara. Tað hendir eftir, at Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, valdi at siga sessin frá sær, so at Joen Magnus Rasmussen kundi fáa sessin.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Joen Magnus Rasmussen røkir starvið sum løgtingsgrannskoðari, men var hann næstformaður í valskeiðnum 2011-2015.
Umframt Joen Magnus Rasmussen, so eru hinir løgtingsgrannskoðararnir Jónleif Johannesen, sum er formaður, Óluva Klettskarð, næstformaður, og Magnus Rasmussen.