info
Ongi úrslit

JÖRÐ: Ein nýtíðar mýta

Nýggj framførsla setur sjóneykuna á norðurlendska samleikan úr sjónarhorninum hjá kvinnum. JÖRÐ, ein framførsla, ið samantvinnar films-, dansi- og tónlist, verður framførd í Norðurlandahúsinum 6. og 7. oktobur.

Eirikur Lindenskov
26. september 2023 kl. 14:59

Føroyska náttúran er unspoiled og untouched. Soleiðis verða Føroyar lýstar fyri umheiminum í ferðavinnulýsingum. Grønu oyggjarnar eru eitt paradís - seinasti óspilti bletturin á jørðini. Hetta er helst eisini tað, vit siga okkum sjálvum - at vit í okkara parti av heiminum hava eitt tætt tilknýti til náttúruna.

Gerandisdagurin boðar tó frá einum øðrum veruleika. Vit eru nýmótans, vit fylgja við - vit koyra bilar sum fá onnur, nýta Facebook og Netflix og flúgva uttanlands, og hóast vit eru eitt fjarskotið land, eru vit tætt knýtt at umheiminum.

Hesin tvídáttur í okkara samleika, ikki bara í Føroyum, men eisini í Norðurlondum er eitt av temunum í JÖRÐ. Ein framførsla, íðsamantvinnar fleiri listagreinar og endurhugsar menniskjans samband við náttúruna og okkara pláss í heiminum. Ígjøgnum ljóð, fleiri løg av uppvørpum og dansi setur verkið náttúruna og mentanina, tað heimliga og tað alheimsliga upp ímóti hvørjum øðrum. Poppmentan, plastikk og høghælaðir skógvar møta norðurlendskum mýtum, hvøssum gróti og brúsandi brimi.

Verkið er eitt listarligt samstarv millum Mariu Guldbrandsø Tórgarð og Vár Bech Árting úr Føroyum, Lisen Pousette úr Svøríki, Tiia Kasurinen úr Finnlandi og Lil Lacy úr Danmark/USA - fimm listakvinnur, sum hava leitað saman tvørtur um landa- og listamørk.JÖRÐ er úrslitið, sum er sprottið úr samrøðum teirra millum um, hvørja áskoðan hesar kvinnur hava um sítt yrki, lond og menning í samfelagnum.

Júst hetta - sjónarhornið hjá kvinnuni kemur til sjóndar í framførsluni gjøgnum tulking av fleiri ikoniskum kvinnumyndum, m.a. Kópakonuni, Mariu moy, "Den lille havfrue", og Venus hjá Botticelli - allar eru kvinnumyndir, sum gjøgnum søguna eru tulkaðar av monnum, men sum í hesum verkinum eru í hondunum og verða tulkaðar av fimm kvinnum.

Myndin er ikki tøk

Gjøgnum uppvørpur, ljóðlist, dans og pallmynd kanna listakvinnurnar handan JÖRÐ, hvussu ymiskar listagreinar kunnu samstarva og soleiðis geva áskoðarunum eina víðkaða listauppliving. 

Framførslan verður í Norðurlandahúsinum:

6. oktober, kl. 19.30

7. oktober, kl. 16.00

7. oktober, kl. 19.30

Eftir frumsýningina 6. oktober bjóða Norðurlandahúsið  til listafólkaprát og eitt glas av brúsandi víni.

Keyp atgongumerki á nlh.fo

Koreografi og framførsla: Vár Bech Árting, Lisen Pousette og Tiia Kasurinen

Leikstjóri: Maria Guldbrandsø Tórgarð

Tónaskald: Lil Lacy

Ljósdesign og ljóðtøkni: Anton Skarborn

Búnar: Maibritt Marjunardóttir og Lydia Vermaat-Wallin

Filmfotograf: Barbara Lervig

Tónleikarar: Nordic String Quartet og Rune Kielsgaard (trummur)

Listarlig framleiðsla: Maria Guldbrandsø Tórgarð og Vár Bech Árting

Fyrisitari: Durita Sumberg

Samframleiðari: Norðurlandahúsið í Føroyum

Stuðlar: Nordisk kulturkontakt, Nordisk kulturfond, Mentanargrunnur Landsins og Tórshavnar Kommuna

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Houthi'arar siga seg aftur hava lopið á flogvøllin í Riyad

18 minuttir síðan
Tíðindi

Jóhannis Er­lendss­on for­seti í Unga Norður­landa­ráðnum

27 minuttir síðan
Tíðindi

Útreiðslurnar og veitingar til eldraøkið halda fram at vaksa

49 minuttir síðan
Tíðindi

Tunnilsgjøldini hjá bussunum kunnu verða strikað

1 tími síðan
Lesarabrøv

Serlæknapuljan má varðveitast

2 tímar síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

2 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy tapti greitt á útivølli

3 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til B68 - trý stig til 07 Vestur

7 tímar síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

9 tímar síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF vann týðandi sigur í botnstríðnum

10 tímar síðan
Fótbóltur

Fimta dystin á rað fekk SV Ried úrtøku

11 tímar síðan
Tíðindi

Næstan alt úr aldum toski hjá Norcod fer til mannaføði

11 tímar síðan