Jørgen-Frantz í sjónvarpinum á jólum

Kringvarpið fer í tveimum sendingum um jólini at senda søguna um føroyska rithøvundin Jørgen-Frantz Jacobsen. Hetta eru sendingar í røðini "Kendir føroyingar"

Kringvarpið fer í tveimum sendingum um jólini at senda søguna um føroyska rithøvundin Jørgen-Frantz Jacobsen. Hetta eru sendingar í røðini "Kendir føroyingar".

 

Jørgen-Frantz Jacobsen fekk syrgiliga lagnu. Longu á ungum árum fekk hann herviligu tuberklasjúkuna at dragast við. Hon legði honum sum vera man meinbogar í vegin og tarnaði framtíðarætlanum hansara. Jørgen-Frantz var ógvuliga gávuríkur maður, og var uppi í mongum vási. Hann var ein av fyrstu føroyingum, ið tók akademiskt prógv á lærdum háskúla. Hann las søgu og franskt, hugur hansara stóð eisini til gransking og politikk, hann skrivaði í danska blaðnum Politiken gløggar og virdar kronikkir um eitt nú donsk/føroysk viðurskifti, men vit kenna hann kortini best sum mannin, ið skrivaði skaldsøguna Barbara.

 

Tað var tói ikki fyrr enn hann legðist á song av sjúku, at hann fór undir skaldsøguna. Nú byrjaði ein kapprenning við deyðan at fáa bókina lidna. Hann var næstan komin á mál við skaldsøguni, tá ið maðurin við líggjanum var eftir honum. Jørgen-Frantz var einans 37 ára gamal, tá ið hann andaðist í mars 1938. William Heinesen greiddi bókina til prentingar fyri deyða barndómsvinmannin.

 

Tá forlagið Gyldendal gav bókina út á heysti 1939, var hon stórliga fagnað. Barbara er framvegis millum mest lisnu skaldsøgur á donskum. Nils Malmros gjørdi miðskeiðis í 90-unum film yvir skaldsøguna. Filmurin var í 1998 heiðraður sum ársins danski filmur. Bókin og filmurin er í stórum søgan um kvinnuna, sum Jørgen-Frantz var brennandi ásttikin í stóran part av sínum vaksna lívi. Barbara var í veruleikanum Estrid Holm, seinni gift Bannister Good. Hon veitti Jørgen-Frantzi gævustundir, men eisini sváran hjartatrega. Hon gjørdist hansara "femme fatale". 

 

Í sendingunum verður sagt frá lívi og tilveru Jørgen-Frantz Jacobsens. Jógvan Isaksen, Bergur Rønne Moberg, Hanus Kamban, Nils Malmros, Súsanna Danielsen og onnur siga frá, vit hoyra eisini William Heinesen og Estrid Bannister Good í upptøkum frá 1974, nýggj leikbrot styðja uppundir frásøgnina, eisini verður upplestur úr forvitnisliga brævaskiftinum, sum Jørgen-Frantz hevði við eitt nú William og Estrid.

 

Vit hoyra sjónleikaran Olaf Johannessen lesa upp úr brøvunum, sum Jørgen-Frantz skrivaði.

 

Suni Merkistein hevur lagt sendingarnar til rættis, Jógvan Eli Dam hevur tikið upp og klipt, og Finnur Hansen og Jón McBirnie hava ljóðblandað. 

 

1. partur verður sendur í sjónvarpinum kl. 20:00 jóladag, og 2. partur kl. 20:00 2. jóladag.