Í dag var seinasti rættarfundurin í sokallaða tollmálinum í Eystara landsrætti, har advokaturin hjá Jørgen Niclasen, Christian F. Andreasen, fekk høvi til eina seinastu framløgu, ið skuldi sannføra dómararnar um, at dómurin í Føroya rætti var tann rætti. Tó so, at hann kravdi at kostnaðarendurgjaldið, ið journalistarnir vóru dømd at rinda, skuldi hækka úr teimum 50.000 krónunum, ið Føroya rættur hevði staðfest, til 100.000 krónur.
Eins og advokatarnir hjá mótpartinum, so var Christian F. Andreasen væl fyrireikaður til seinastu framløguna, og brúkti hann góðar tríggjar tímar at føra sína søk.
Hann legði út við at leggja dent á, at í tíðarskeiðinum, sum Jørgen Niclasen sat sum stjóri í p/f N. Niclasen, misti landskassin ikki eina tí einastu krónu í samband við vørur, ið vórðu latnar úr goymsluni í Sørvági. Tvørturímóti megnaði Jørgen Niclasen í síni tíð sum stjóri at minka um hallið hjá fyritøkuni, ið var stórt tá hann tók við sum stjóri.
Hetta hóvaði hvørki advokatinum hjá kringvarpsfólkunum ella hjá Sveini Tróndarson, ið báðir funnist at hasari útleggingini hjá Christian Andreasen, tá teir fingu orðið til at gera viðmerkingar.
Christian brúkti eisini høvi at finnast at lýsingini av Jørgen Niclasen, ið Ole Liedke, advokatur hjá kringvarpsstarvsfólkunum, og Bjørn á Heygum, advokatur hjá Sveini Tróndarson, høvdu málað. Í gjár varð ført fram, at Jørgen Niclasen og hansara advokatur høvdu hótt mótpartin við fongsilsdómi ella goymt skjøl fyri mótpartinum.
- Hvørki eg, Jørgen ella nakar annar hevur hótt mótpartin. Vit hava heldur ikki goymt nøkur skjøl fyri tey. Talan er um eitt gamalt mál, og tað er ikki vanligt at goyma so gomul skjøl.
- Tí var Jørgen verjuleysur 19. desember, tá fjølmiðlarnir byrjaðu at umrøða málið. Hann hevði ikki tey skjølini, ið málið snúði seg um.
- Tað var fyrst seinni, at eg fekk skjølini frá landsstýrinum og Toll & Skatt. Tá eg fekk
tey, so gav eg fjølmiðlunum innlit í øll relevant skjøl. Tað eru tey skjølini, ið verða brúkt í hesum rættarmálinum, meðan mótparturin ikki er komin við nøkrum skjølum. Tílíkt innlit er í mótsøgn við hendan hóttandi, maktfullan persónin, ið leggur lok á alt, ið mótparturin hevur lýst.
Víðari legði Christian F. Andreasen eisini stóran dent á, at leikluturin hjá journalistum at vera samfelagsins vakthundur merkir ikki, at tey sleppa undan at fylgja landsins lógir, og at tey kunnu ákæra fólk fyri ymisk, uttan at tað finnast prógv fyri ákærunum.
Dómur verður sagdur í málinum 16. november.