Jógvan á Dul áttati í dag

Í dag fyllir kend havnarmynd 80 ár. Tað er Jógvan á Dul, sum flestu føroyingar kenna – um ikki annað á Facebook, har hann man vera tann føroyingur, ið hevur lagt flestar myndir út.

Jógvan er sonur Jákup og Astrid á Dul. Dulanavnið er staðarnavn á Strondum, haðani abbin var ættaður.

 

Jógvan er kend býarmynd í Havn. Hann sæst reika við myndatólinum hvønn tann einasta morgun – hann byrjar heima við hús í Doktara Jakobsens Gøtu, fer oman í Konradsbrekku, oman eftir Skálatrøð, út í Vágsbotn og út í Tinganes, har hann tekur mynd, tá Merkið verður vundið á stong.

 

Í mong ár var tað Birgar Johannessen, sáli, sum vant flaggið á stong, og nógvar eru myndirnar av tí á Facebookvanganum hjá Jógvani á Dul.

 

Jógvan hevði handilin Dulamenn í Doktor Jacobsensgøtu í nøkur ár. Hann er eisini ferðaleiðari og gongur nógv túrar við Gongufelagnum. Eisini hevur hann ferðast nógv uttanlands.

 

Higani ynskja vit Jógvani hjartaliga tillukku við degnum!

 

Úr Sosialinum 26. februar 2010:

 

##med2##