Jógvan Joensen er framvegis partur av X-factor.
Í dag var hálvfinala á skránni, og har var endamálið at finna tey trý nøvnini, sum skuldu í finaluna, sum verður í Herning um eina viku.
Saman við City Bois stóð Jógvan á pallinum sum seinasta navnið, tá ein bólkur ella einstaklingur skuldi sendast heim í dag.
Spenningurin var stórur, men tað endaði við, at navnið á Jógvan varð rópt upp sum tann, ið heldur fram í kappingini, og soleiðis verður finalan í X-factor altso aftur í ár við føroyskum ískoyti.