Jógvan I gjørt roktúr á Flemish Kap

Jógvan I fer avstað aftur klokkan 22 í kvøld, og hesaferð verður farið undir Føroyar at royna.

 

Leygardagin kom frystilínuskipið Jógvan I aftur av Flemish Kap, har teir hava gjørt ein rættiligan roktúr. 

 

Lastin verður løgd upp í Kollafirði, og sagt verður, at skipið henda túrin hevur millum 300 og 330 tons av avhøvdaðum og frystum fiski.

 

Meginparturin av veiðini er góður toskur, men teir hava eisini fitt av kalva.

 

Jógvan I fór úr Føroyum hin 28. mai.

 

Tað tekur eina góða viku at sigla hvønn vegin, og á Flemish Kap fiskaðu teir í einar 15 til 16 dagar. 

 

Veðrið hevur verið gott, bæði á ferðini yvir og heim aftur, og á Flemish Kap høvdu teir eisini gott veður.

 

##med2##

 

Jógvan I fer avstað aftur klokkan 22 í kvøld, og hesaferð verður farið undir Føroyar at royna.

 

Mett verður, at lastin, sum teir nú hava ført heim av Flemish Kap, kann seljast fyri einar 13 til 14 miljónir krónur.

 

Frystilínuskipini, Klakkur og Eivind, hava eisini verið á Flemish Kap í ár.

 

Teir fingu eisini nógvan fisk har yviri, men høvdu minni kvotu enn Jógvan I. Tískil gjørdu teir túrin lidnan undir Føroyum.

 

 

 

 

 

Lastin er full, bæði so og so. Myndirnar eru av Facebook-síðuni við navninum - Jógvan I.