Jóhan á Plógv er aftur á danska landsliðnum

Jóhan á Plógv Hansen er aftur í danska EM hópinum. Hann kemur inn í staðin fyri Hans Lindberg.

 

Hans Lindeberg er farin úr danska EM hópinum aftur, og Jóhan á Plógv er nú frískur og inni aftur í hitanum. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Føroyingurin Jóhan á Plógv Hansen er aftur í danska EM hópinum, eftir at hálvi føroyingurin Hans Lindberg, sum kom á liðið fyri Jóhan á Plógv, sum fór úr hópinum við skaða, nú hevur fingið koronu.

Tað bleiv til ein dyst hjá Hans Lindberg, sum spælir á sama plássi sum Jóhan á Plógv, á høgra veingi. Í gjár var Hans Lindberg staðfestur positivur við koronu.

Jóhan á Plógv Hansen var við í fyrsta dystinum hjá Danmark ímóti Montenegro. Hann varð síðani skiftur út vegna fipurskaða.

Inn kom í staðin 40 ára gamli Hans Lindberg, sum nú fyribils er úti aftur.

Útskiftingin verður framd sama dag, sum Danmark spælir annan dystin í millumspælinum. Tað er ímóti Kroatia. Dysturin verður í kvøld klokkan 19:30.

Dansk Håndbold Forbund (DHF) skrivar harumframt á heimasíðuni, at tann við SoMe ábyrgdini á landsliðinum eisini eru positivur við koronu.

– Vit hava við seinastu PCR-kanning fingið positivt kanningarsvar í leiðslubólkinum.

– Svarið er – í mun til markvirðini – á eini knívsegg til at vera eitt positivt svar. Men vit taka ongar kjansir og viðgera tað sjálvandi sum eitt positivt svar, tí er viðkomandi í sóttarhaldi, sigur Moretn Henriksen, ítróttarstjóri.

Umframt Hans Lindeberg og tann við SoMe ábyrgeini eru allar PCR-kanningarnar í danska hópinum negativar.

/ritzau/

 

Hans Lindeberg er farin úr danska EM hópinum aftur, og Jóhan á Plógv er nú frískur og inni aftur í hitanum. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix