Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í dag sent russiska starvsfelaga sínum, Alexei Gordeyev, skriv um russiska innflutningsbannið fyri føroyskum fiskavørum Russiska bannið kom í gildi 1. septembur, og hóast áhaldandi føroyskar royndir at loysa málið, hevur hetta enn ikki borið á mál.
Í skrivinum heitir landsstýrismaðurin á russiska landbúnaðarmálaráðharran um at bera so í bandi, at innflutningsbannið verður útsett, soleiðis at føroysk virki hava møguleikan at laga virksemi sítt til broyttu fortreytirnar.
Samstundis eru russisku eftirlitsmyndugleikarnir bodnir til Føroya á nýggja eftirlitsvitjan, til tess at váttan kann fáast fyri, at føroysk framleiðsla lýkur settu treytirnar.