Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, er rættiliga komin í mótvind.
Hann hevur biðið Løgtingið samtykkja, at hann skal góðkenna lønina til stjóran fyri ALS, áðrenn hon verður ásett.
Somuleiðis skal hann góðkenna samsýningarnar hjá stýrislimunum í ALS.
Hetta er ein skipan, hann vil seta í verk í kjalarvørrinum á nógv umrøddu avtaluni, fráfarandi stjórin, Ernst Jacobsen fekk og sum nógv hildu, var heilt burturvið.
Nú hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt vart við seg og mælir Løgtinginum frá at góðkenna uppskotið hjá landsstýrismanninum.
Bergur Poulsen, formaður í Arbeiðsgevarafelagnum, sigur við Løgtingið, at hetta er at leggja seg út í viðurskifti, sum landsstýrismaðurin einki hevur við at gera.
Tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum umsita og reka ALS, og sostatt skal politiska skipanin halda fingrarnar vekk.
- Als er ein skipan, partarnir á arbeiðsmarknaðinum varða av og hava tikið ábyrgd fyri seinastu mongu árini, bæði tá tað hevur gingið við og gingið ímóti, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
- Hetta lógaruppskotið ger seg inn á sjálvræðið hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og er tekin um misálit á hesar somu partarnar, leggur felagið afturat.
- Verður hetta samtykt, er hetta at máa støðið undan stóru ábyrgdini, partarnar á arbeiðsmarknaðinum hava, sigur Arbeiðsgevarafelagið, og tað beinleiðis ávarar felagið ímóti.
Arbeiðsgevararnir siga, at er tað fráfaringaravtalan við Ernst Jacobsen, sum er orsøkin, er hetta st skjóta heilt við síðurnar av, tí stýrið fyri ALS hevur mælt landsstýrismanninum til, at tað almenna ger leiðreglur fyri, hvussu ein fráfaringartilgongd skal skipast, soleiðis at sama støðan ikki endurtekur seg.
Áður hava eisini fleiri stýrislimir í ALS mótmælt ætlanini hjá Johan Dahl við somu grundgeving, sum arbeiðsgevararnir nú mótmæla.
Í hesum sambandi hava teir fýra stýrislimirnir, Ingeborg Vinther, Viberg Sørensen, Marita Rasmussen og Vár í Gong, mótmælt.
Einastu stýrislimir, sum taka undir við landsstýrismanninum, eru Snorri Fjallsbak og Eyðstein Djurhuus.