Johan Dahl: Skálafjarðartunnilin skal vera almennur

- Eg eri sannførdur um, at eitt alment tunnilsfelag eigur at gera Skálafjarðartunnilin.

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum eisini hevur ábyrgdina av fólka- og farmaflutningi millum oyggjarnar.

Johan Dahl er av tí greiðu fatan, at einasta verkætlan, ið kann vera við til at fíggja víðari útbygging av samferðslukervinum í Føroyum, er eitt alment tunnilsfelag.

- Skálafjarðartunnilin kann geva neyðugu inntøkuna, soleiðis at Sandoyartunnilin kann gerast veruleiki, sigur Johan Dahl.

Út frá hesi sannføring heldur landsstýrismaðurin í vinnumálum tí, at landið eigur at gera neyvar útrokningar, sum vísa, hvussu eitt alment tunnilsfelag kann fíggja framtíðar samferðsluútbyggingar.

- Tað má gerast, áðrenn landið í óðum verkum bindir seg til eina privata tunnilsloysn, sigur Johan Dahl.

Á ólavsøku verða tvey uppskot um Skálafjarðartunnil borin í løgtingið. Landsstýrismaðurin í innlendismálum ber uppskot um privata tunnilsloysn í tingið. Og andstøðan kemur við uppskoti um at seta á stovn eitt alment tunnilsfelag til endamálið.

Sambært Johan Dahl arbeiðir Vinnumálaráðið við einum notati, ið skal lýsa, hvussu framtíðar samferðsluútbyggingar best verða gjørdar.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum fjalir tó ikki fyri, at verandi uppskot um privata tunnilsloysn hóvar honum lítið.

- Tað havi eg gjørt greitt á landsstýrisfundi, og eisini kennir løgmaður mína støðu, sigur Johan Dahl.

Hoyr samrøðu við Johan Dahl her: