Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur nú gjørt av at steðga ætlanini hjá Rúsuni at selja ávís sløg av rúsdrekka upp á tilboð.
Hann sigur, at ætlanin skal steðga, til málið er lýst við atliti til rúsdrekka- og heilsupolitikkin annars.
Hann staðfestir, at ivi er reistur um, tilboðini hjá Rúsuni eru í stríð við lógina, har tað stendur, at tað er Ikki loyvt at geva avsláttur í prísinum, eitt nú mongdaravsláttur.
Somuleiðis er ikki loyvt at selja uppá borg.
Tó er loyvt at selja uppá borg til skeinkiloyvishavarar.
Eisini er loyvt at geva avsláttur í prísinum, eitt nú mongdaravsláttur til skeinkiloyvishavarar, tá tað snýr seg um at selja vín og hvítvín
Landsstýrismaðurin sigur, at tað veldst um, antin príslækkingin ber brá av at vera eitt sølufremjand tiltak.
Rúsan hevur upplýst, at talan er um vørur, sum eru við at ganga út og annars um vørur, sum ongin keypur og sum Rúsan ikki fer at selja feramyvir.
Talan er eisini um buglað blikk og vørur, har pakningurin annars er skaddur.
Landsstýrismaðurin heldur, at hóast príslækkingin ikki er er í stríð við lógir og kunngerir, skulu tær ikki setast í verk, fyrrenn málið hevur verið viðgjørt nærri við atliti til rúsdrekka- og heilsupolitikkin.