Johan Dahl stuðlar nevndini

Eg taki avgerðina hjá nevndini til eftirtektar, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum stuðlar sínum nevndarformanni

Tað var avgerðin hjá Johan Dahl at seta Niels Mortensen til nevndarformann í Atlantsflog á aðalfundinum 8. mars. Sum landsstýrismaður í vinnumálum umboðar Johan Dahl tveir triðingar av eigaraskaranum í føroyska flogfelagnum. Hann eigur tí síðsta orðið, tá nevndin skal mannast.
Johan Dahl váttar, at endamálið við at seta Niels Mortensen til nevndarformann í Atlantsflog á aðalfundinum seinast var at fyrireika eina nýggja strategi fyri felagið.
- Eg valdi Niels Mortensen, tí eg meti hann vera rætta persónin at føra felagið víðari. Tá bleiv tosað um framtíðina og um eina nýggja strategi fyri felagið. Tí sjálvandi vil eg sum høvuðspartaeigari hava, at felagið mennist, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum vísir tó aftur, at stjóraskiftið var partur av tosinum um nýggja strategi, tá Niels Mortensen setti seg í nevndarformanssessin.
Tann avgerðin varð tikin átta mánaðir seinni. Magni Arge varð skiftur út við danan Jørgen Holme, sum beinanvegin setir seg í stjórastólin.
Sambært Johan Dahl fekk hann boðini, beint áðrenn tíðindaskrivið varð sent út, seint í gjárkvøldi.
- Ja, eg fekk eina stutta kunning í telefonini beint áðrenn, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin sigur seg tó einki hava fingið at vita, annað enn tað, ið almenningurin fekk at vita lítla løtu seinni. Men boðini komu, sambært landsstýrismanninum sjálvum, eitt sindur óvart á:
- Ja, tað kom eitt sindur óvart á meg, at tað hendi júst nú, sigur Johan Dahl.

Strategiin
Grundgevingin fyri stjóraskiftinum er, at nevndin ynskir eina nýggja strategi fyri felagið.
- Vit hava tørv á at fáa frísk eygu at leiða felagið. Vit ynskja broytingar í felagið. Felagið er komið hartil, at vit skulu leggja eina nýggja strategi, sigur Niels Mortensen.
Nevndarformaðurin hevur higartil ikki viljað útgreinað nærri, hvat liggur í nýggju strategiini. Hana skal nýggi stjórin, Jørgen Holme, vera við til at orða.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur seg stuðla nevndini í síni avgerð.
- Eg gangi út frá, at nevndin í Atlantsflog hevur gjørt sær nakrar tankar um ta strategi, sum man nú vil leggja fyri felagið saman við nýggja stjóranum. Eg havi valt nevndina, og sjálvandi stuðli eg nevndini í hennara avgerð, sigur Johan Dahl.
Hóast hann við tveimum triðingum av partabrøvunum er nógv tann størsti partaeigarin í felagnum, hevur Johan Dahl ikki fingið útgreinanð, hvat liggur í nýggju strategiini.
- Nei, tað havi eg ikki. Men eg gangi út frá, at leiðslan hevur eina góða kunning um hetta til partaeigararnar á næsta aðalfundi, sigur Johan Dahl.
Aðalfundurin í Atlantsflog er vanliga í mars mánað.