Jóhan er ikki í hópinum hjá Danmark hesaferð

Danmark spælir týdningarmiklar venjingardystir móti Noreg og Kroatia í maj, sum fyrireiking til OL-endaspælið í Fraklandi

Tað styttist til OL-endaspælið í París í Fraklandi.

 

Í døgunum millum 25. juli og 11. august verður olympiska endaspælið í hondbólti leikt í franska høvuðsstaðnum.

 

Seks lið eru í tveimum innleiðandi bólkum, og tað er bert loyvt at hava 14 leikarar við til OL-endaspælið.

 

Danska manslandsliðið kom í bólk saman við vertunum, Fraklandi sum vann EM-finaluna móti Danmark í januar. Noreg og Ungarn eru eisini í bólkinum, umframt Egyptaland, so talan er um ein krútsterkan bólk.

 

Danmark spælir tveir týdningarmiklar venjingardystir í fyrireikingunum til OL-endaspælið í maj. Talan um er tveir dystir í Golden League. Tann fyrri verður móti Noregi 11. maj, og tann seinni verður móti Kroatia 12. maj.

 

Men tað verður uttan havnarmannin, Jóhan á Plógv Hansen, ið ikki er millum teir kosnu hjá Nikolaj Jacobsen hesaferð. Hans Lindberg, ið hevur ættarbond til Trongisvágs er heldur ikki millum teir kosnu hjá Nikolaj Jacobsen á hesum sinni. 

 

Gamla stjørnan, Mikkel Hansen er heldur ikki við hesaferð, men har sigur Nikolaj Jacobsen við danskar miðlar, at hann hevur valt at spara hann hesaferð, orsaka av skaðum Mikkel Hansen hevur drigist við.

 

HER er danski hópurin:

 

 

 

Málverjar:

 

Niklas Landin, Aalborg Håndbold

 

Emil Nielsen, FC Barcelona

 

Vengur:

 

Magnus Landin, THW Kiel

 

Emil Jakobsen, Flensburg-Handewitt

 

Niclas Kirkeløkke, Rhein-Neckar Löwen

 

Oskar Vind, GOG

 

Strikuleikarar:

 

Magnus Saugstrup, SC Magdeburg

 

Simon Hald, Aalborg Håndbold

 

Emil Bergholt, Skjern Håndbold

 

Lukas Jørgensen, Flensburg-Handewitt

 

Bakkar:

 

Simon Pytlick, Flensburg-Handewitt

 

Thomas Arnoldsen, Aalborg Håndbold

 

Rasmus Lauge, Bjerringbro-Silkeborg

 

Lasse Andersson, Füchse Berlin

 

Mads Mensah, Flensburg-Handewitt

 

Jacob Holm, Paris Saint-Germain

 

Mathias Gidsel, Füchse Berlin

 

Mads Hoxer, Aalborg Håndbold