Johan í Niðristovu flýgur Airbussin heim

Skipari á fyrsta túrinum hjá næsta Airbus flogfarinum hjá Atlantsflog, sum hevur eyðkennið OY RCH, er Johan í Niðrustovu, sum á einari av myndunum sæst gleðast um nýggja og snøgga flúgvaran.

Á hinum myndunum síggja vit teir gera klárt til heimferðina úr Norwitch til Føroya. Har síggja flogmekanikararnir William Smith og Andrew Djurhuus, sum eru oddvitar í teknisku deildini hjá Atlantic Airways.

Á triðju myndini síggjast tríggir listamenn í Norwich.

Nú er halin komin útum hangarhurðina í Norwich. Á myndini eru umframt Airbus 2 hjá føroyska flogfelagnum eisini Páll Joensen, Anker Eli Petersen og William Smith, sum hava syrgt fyri at listaverkini á og inni í flogfarinum, sita sum tey skulu.

– Anker Eli er listarmaður burturav, men Páll og William frá teknisku deild hjá Atlantic eru slett ikki sørir, sigur Magni Arge, sum er við nýggja flogfarinum á veg heim í kvøld.