Johan Norðfoss: 14 ár og nú skal arbeiðast

Í fyrsta parti greiddi Johan frá sínum barnaárum í Havn. Nú er hann 14 ára gamal, og nú skal arbeiðast. Tað, sum hann forvinnur, fer til húsið. Fyrsta rættuliga arbeiði hansara er at arbeiði í handli

Mær dámdi væl at arbeiða, so eg var javnan ørindadrongur, tá ið eg hevði frí frá skúlanum.

Eitt arbeiði, eg eisini plagdi at hava, var at seta biografplakatir upp fyri Dia í Bø. Lønin fyri hetta var ein barnabillett. Hevði ein uppspart tvær barnabillettir, kundu tær býtast um við eina vaksnamannabillett.

Onkuntíð var eg hjá Jacob Lützen á Áarvegnum. Lønin var 10 kr um vikuna. Eg var hjá Otto Bech, sum hevði kjøthandil. Eg var eisini hjá Poul Restorff, sum sonur hansara Andrias rak tá. Hetta var serliga, tá ið nógv var at gera um høgtíðir og tílíkt.

 

Eisini bakarí, bomm og rabarbur

Eina tíð var bakarí í fabrikkini hjá Østrøm, sum Valdemar Lützen átti. Andrias í Horni, sum hevði lært til bakara hjá Restorff á Áarvegnum, bakaði har eina tíð, áðrenn hann sjálvur bygdi sethús og bakarí í Bø, núverandi Bøgøtu.

Eisini hevði Knud Lambaa heilsølu og agentur í norðasta partinum av fabrikkini oman móti Vestaruvág. Lúka bleiv sett í múrin oman móti brúnni, so vørurnar kundu fáast inn og út tann vegin.

Jens Simonsen, vanliga nevnd­ur Gøtu Jens, fór saman við Knút Lützen, beiggja Valdemar, í holt við at gera bomm á fab­rikk­­ini. Hetta man hava verið umleið 1920. Knút fekk helvtina av fabrikkini í sín part, meðan Valdemar fekk hina helvtina eftir pápan Jacob Lützen. Knút Lützen sigldi sum ungur.

Eg var eisini eitt ár á bommvirki­num. Har dámdi mær væl. Hetta var tó ikki fyrst og fremst, tí mær dámar so væl søtt! Tað var ein danskari sum hevði ”sukurvøruhúsið”, sum tað varð kallað. Vit gjørdu marsipan burturúr eplum og mandilessensi. Síðan vórðu tilsettir allir møguligit litir, so tað var eitt rættiligt farvuspæl. Bommini vóru gjørd burtur úr sukri. So vórðu litir settir til, og hetta var eisini eitt farvuspæl.

Á fabrikkini hevur verið nógv ymiskt virksemi. Eina tíð aftaná kríggið gjørdu teir rabarbu­súltu­toy. Har stóðu nógv konufólk og skóru rabarbur, sum vóru keyptar frá fólki. Ein stórur pottur var og sukur varð nógv brúkt. Hettar arbeiði vardi í nøkur ár.

Túrur til Velbastaðar

Tá eg var 14 ár kom Sámal í Smiðjustovu til mín. Hann var formaður hjá Lützen, har teir eisini høvdu ísvirki. Sámal spurdi meg, um eg vildi fara ein túr til Velbastaðar við agni. Eg skuldi fáa tað væl betalt. Agnið skuldi út í Hest, men teir skuldu liggja fyri mær á Velbastað við báti og taka tað. Eg minnist, at eg fór avstað klokkan 12, og tá eg var aftur í túninum slóg kirkjuklokkan tvey. Tá hevði eg verið tvørtur um Reynið og niðri í støðni á Velbastað. Førningurin var einar 15 sildir. Eg fekk tvær krónur fyri tað, og hetta var óført. Tað var nógv fyri ein ungan drong tá í tíðini. Sildin kom inni frá Skála­fjørðinum, har hon var fiskað við gørnum. Valdemar Lützen keypti sild til íshúsið hjá sær.

 

Ísvirkið

Her var eisini eitt annað jobb hjá mær. Sum nevnt kom pápi til skaða, og byrjaði so smátt at arbeiða aftur. Sámal í Smiðju­stovu bað hann koma at arbeiða á ísvirkinum.

Tá plagdi eg at hjálpa pápa at fylla pannurnar við vatni, sum fyrst varð fryst og síðan knúst til ís. Hetta var ofta um kvøldi. Framleiðslan var bæði nátt og dag.

Tað var nógv brúk fyri ísi undir krígnum, tá flutningur av ísfiski til Bretlands var okkara høvuðsvinna. Tað bleiv arbeitt alt samdøgrið. Hetta var eitt sjálvstøðugt felag – »Ís og konserves«. Fiskacentralurin kom síðst í 1940-unum. Teir kundu koyra ísin beinleiðis umborð á skipini, meðan tað hjá Valdemar skuldi koyrast við bili til skipini. Tað bleiv ov dýrt, og tí varð givist við at framleiða ís á fabrikkini, eftir at Fiskacentralurin kom. Tá í tíðini vóru ongar frystiboksir sum í dag, so frystigoymslurnar á fabrikkini vóru nógv nýttar av havnarfólki at goyma kjøt og annað í, og helt hetta fram til í 50-unum.

Tá komu eisini deksbátar við tvøsti frá hvalastøðini við Áir. Tað varð fryst á fabrikkini, helst til minkafóður.

Teir høvdu ju nógv virksemi. Teir høvdu eisini eina konserves­fabrikk, og var hetta virksemi heilt frá byrjan av undanfarnu øld.

 

Dampdrivin maskina

Sum nevnt var virksemið hjá Valdemar rættuliga framkomið. Fabrikkin hevði sín egna motor. Tann fyrsti motorurin, ið var dampdrivin, var um 50 hestar. Hann dreiv kompressarar, valsir og kvørnir og annað mangt á fabrikkini. Motorurin bleiv skiftur út við motorin á gamla meiaríbátinum Tróndi. Seinni fekst dieselmotorur.

Fyri at økja um drívmegina hjá dampmaskinuni varð eitt øki keypt norðanfyri Rættará, har ein brunnur varð bygdur, og vatnið hiðani kom at hjálpa til at dríva maskinuna.

 

Lønin ein slikkipinnur

Tá ið eg var 15 ár fekk eg 20 oyru um tíman í fiskaarbeiði, og seinast í 30-unum var full arbeiðsmannaløn ikki komin til ein króna. Tá fekk konufólkið 30 oyru um tíman.

Eg veit, at teir sum gjørdu fiskastykkini, Essa og Poul á Kirkjuveg, fingu 68 oyru um tíman í 1935. Men tað var bara so lítið arbeiði hjá fólki at fáa.

Eg gekk í fisk uppi á Hálsi, tá gekk eg í skúla. Einasta eg fekk var ein slikkipinnur hvønn fríggjadag. Lønin annars fór beinleiðis til foreldrini. Tað var tað vanliga tá í tíðini, tá øll máttu spaða til húsarhaldið.

Lønin var sum sagt 20 oyru um tíman, og ein sodavatn kostaði 30 oyru, so tað sigur nakað um lutfallið millum lønir og prísir.

 

Ørindadrongur í Smæruni

Men so fekk eg arbeiði í Smæruni uppi á Abbatrøð. Eg hevði ikki fylt 16 ár tá. Hetta var roknað fyri at vera størsti handil í býnum. Tað var Hans Jakku Jacobsen, sum átti handilin. Har var nógv at fáa. Vit møttu klokkan átta um morgunin. Tað skuldi helst vera til tíðina. So arbeiddu vit til kl. hálvgum átta um kvøldið, og tað var seks dagar um vikuna, leygardag sum aðrar dagar. Tá var einki, sum kallaðist week-end.

Tað var nógv at gera, tí alt skuldi handast yvir disk. Mjøl og melis skuldi koyrast í skuffurnar. Tað var so vigað í pappírsposar, tá fólk keyptu. Tá seldu vit eisini mjólk í fløskum fyri meiaríið.

Margarinkassar við margarin í pakkum skuldu berast inn av lagrinum. Hetta var alt sera tungt. Smæran var ein stór forrætning og brúkti kanska ein kassa av margarini um dagin.

Har var eg í nærum tvey ár. Vit høvdu ikki býsúklu tá, sum onkrir aðrir handlar høvdu, og vit høvdu heldur ongan bil. Vørurnar vóru bornar út til fólk í leypi. Fólk ringdu, og so fingu tey vøruna borna. Men tað vóru eisini smáting, vit bóru út. Tað tyktist ikki at vera nøkur bagatelgrensa. Kanska høvdu fólk hug til at gera sær dælt av hesum. Tað er ein kend søga um kundan sum ringdi til ein handil at biðja ørindadrongin koma við onkrum smátingi. Nei, hetta bar ikki til. Hann var júst farin til Kirkjubø við eini stoppinál!

Eg kom víða um og kendi hvørja abeiðskonu, sum var í býnum.

Tá komið var inn í eini hús var tað arbeiðskonan ein hitti. Tað hevur verið vanligt við arbeiðs­konum tá í tíðini hjá teimum, sum vóru væl fyri. Tær høvdu fast frí mikudagar.

Tey sum arbeiddu í Smæruni vóru Hans Jakku og konan, sum var systir Christian Holm Jacobsen, Petur Hans og Helge. So var tað Lena, kona Conrad Joensen, Laura, dóttir Hanus í Rituvík og Marin úr Kvívík. Hon var kend sum pirkan aftaná tað. Aðrar vóru Hedvig, dóttir gamla Knút skómakaran, kona Juul Olsen úti á Reyni og Helena Christiansen, sum giftist við Eliesar Jacobsen, Essaba. Hetta var eitt stak gott arbeiðspláss.

 

Fekk sær slaktarí

Men so fekk Hans Jakku sær slaktarí. Hann búði upprunaliga í sethúsunum beint við síðuna av Smæruni. Men so bygdi hann bæði húsini saman og fór uppá í Smæruni at búgva. Síðan gjørdi hann upprunaliga sethúsið til slaktaraforrætning. Hann fekk ein dana at standa fyri henni.

Her var seyður keyptur, einir 7-800 hvørt heyst, sum komu úr Norðradali, av Velbastað og nógv úr Sandoynni eisini. Seyðurin varð flettur, og mítt arbeiði var at skræða vembur. So hetta er nakað sum eg dugi.

Og so var at selja avroðini, tað var eisini mín uppgáva. Sagt var fólki frá, so komu tey eftir teimum. Hetta var eisini forkunnugur og góður døgurðamatur.

Tað var byrjað tíðliga uppá árið at slakta. Tað bar til at fáa feskt kjøt úr Smæruni longu á Ólavsøku, tveir mánaðir áðrenn vanliga fjalltíð, sum var seinast í september og inn í oktober. Upprunaliga var einki frystarí, tí kundi fekst kjøt bert tryggjast við at dríggja slaktið av seyðinum. Men seinni fekk Smæran tó kølirúm og frystarí.

Hans Jakku var ein sera framsíggin maður. Hann hevði eina so flotta forrætning, sum hevði nógv at selja, sum aðrir handlar ikki høvdu. Tey »fínu« fólkini komu niðan har at keypa.

Tað varð eisini selt petroleum. Komu fólk at keypa petroleum var hon pumpað uppí dunkar. Men vit máttu eisini bera petroleum út. Vit høvdu tveir dunkar við okkum, sum vit so bóru út til kundarnar og stoyttu í teirra íløt. Tá mátti ansast væl eftir, at petroleum ikki kom uppá hina vøruna. Tað var ikki lukkuligt, tí tá var tann vøran spilt.

Eg fekk 17 kr. um vikuna. Hetta ljóðar ikki av nógvum, men hetta var besta løn, sum varð givin tá fyri arbeiði sum hetta. Tað hevði eisini týdning, at hetta var ein føst løn.

Tann sum kom aftaná mær var Hasse á Krákusteini, sum er deyður fyri fáum árum síðani.

 

Sorgarsøgan um Otto

Hans Jakku hevði sent sonin Otto niður at læra til slaktara, so hann kundi taka við handlinum. Vit blivu so uppsagdir. Hans Jakku segði við okkum, at nú vóru vit blivnir so gamlir. Hann helt ikki at vit skuldu fortseta, tí nú skuldi Otto koma upp. Nú skuldi hann eisini hava eina býsúklu, og hann skuldi hava ein yngri drong til at koyra hana.

Tað gekk ikki sum ætlað við Otto. Kríggið kom, og tá slapp eingin heim til Føroyar úr Dan­mark. Ætlanin var so, at hann skuldi koma, tá ið kríggið var av, men tá hendi tað ólukkuliga, at í sjálvum frælsisrúsinum, eftir at kríggið var av í Danmark 5. mai 1945, varð hann skotin og doyði.

Hans Jakku átti ein annan son, Oskar. Hann fekk barnalammilsi og gjørdist kropsliga brekaður. Hann livdi leingi og er deyður fyri nøkrum árum síðani. Høvdinum bilti einki. Tá ið Esmar Fuglø og teir høvdu hvalabátar, lurtaði hann eftir teimum og kom oman á Kongabrúnna at greiða frá, hvussu tað gekk. Hann var skilagóður og visti »alt«.

So mistu tey eina dóttir eisini. So tey vóru bert tvey eftir. Guðny var gift við Mourits, son Kristian Martin Rubeksen.

Tað vóru nógvir handlar í Havn tá. Eg haldi, at teir vóru einir 55. Havnin var ikki stór. Hon var frá Landavegnum, har Poul Restorff hevði handil og niðan til Sjónleikarhúsið og út á Skansan. Tað var ein sovorðin trýkantur. Handlarnir vóru størri og smærri. Heinesen var ein stórur handil. Aðrir vóru Ludvig Poulsen, Frants Restorff, Lamba Jóannes, Karl hjá Vága Heina, Kjøt, Evensen og Jacob Lützen. Lamba Jóannes hevði eisini nógv slakt.

 

Fyrstu ferð til skips

Nú byrjaði mítt sjólív seint í 1936. Eg fór fyrst ein túr við Rubekk á Róki. Hetta var við Hjalmar á snurriváð. Við snurriváð var bert fiskað um dagin, so royndin var ikki tann stóra hesa tíðina á árinum.

Árið eftir varð so nógv annað at gera. Mamma vaskaði á Skipa­felagnum. Tað skuldi vaskast, áðrenn teir komu til arbeiðis um morgunin. Her var sera ábart. Tá tað var brim, hendi tað meira enn so, at mamma ikki slapp til arbeiðis. Tá var molin stuttur og vardi ikki so nógv móti brimi. Eg plagdi at vera við henni at vaska.

Eg plagdi eisini at skera torv, og slíkt, sum var vanligt mann­fólka­arbeiði tá í tíðini.

Men í 1937 fór eg við Hjalmar aftur. Christian Holm reiddi hann út, og Esmar Fuglø, sum var giftur við dóttir hansara Turid, átti hann. Turid doyði annars sama ár av havhestasjúku.

Tá var tað ein dani, sum var skipari. Hann æt Niels og varð kallaður Niels Glasrøv. Hann var so ómetaliga sterkur, var ein rættiligur kraftkalur. Hann var eisini sera brutalur. Um man ikki tørnaði út í stundini við útpurr­ing, tók hann í heratoppin á viðkomandi og blakaði hann út úr koyggjuni. Hetta fekk eg eisini roynt. At enda lá mann bara og lúrdi, til hann hoyrdist, og so var at sleppa sær úr koyggjuni í stundini. Hetta gjørdi, at eg fekk eitt innbygt ur. Eg havi ongantíð brúkt vekjaraklokku. Skal eg upp kl. 2 um náttina, so fari eg eisini upp uttan hóvasták.

Niels fiskaði einki serligt. Vit vóru í Íslandi. Eg skuldi vera kokk­ur, men tað lá einki serliga væl fyri. Eg hevði sjóverk, báturin rullaði so ónátturliga illa. Bússan og kappin vóru fremst í gronini. Tá ein kom niður var farið aftur eftir. Fyrsta túrin misti eg 14 pund og var 14 dagar burtur. Lønin var 80 kr. um mánaðin + bonus, um nakað var til avlops. Tað var ikki so galið tá í tíðini. Hinir fingu prosentir.

Vatn var lítið av. Tangin var sum ein vanlig petroleumstunna til støddar. Hann stóð á dekkinum. Hetta var vatnið, vit høvdu við fyri 14 dagar, so her var neyðugt at spara. Hetta við kokkingini gavst eg við og fór út á dekkið. Tað dámdi mær betri. Eg var við tað árið. Men lítið kom burturúr sum dekkari. Sølurnar vóru so vánaligar. Um man seldi fyri 150 sterlingpund, sum tá var 20 kr. pundið, var hetta ein vanligur túrur. Men hetta var lítið meira enn fyri útreiðslur.

Tað vóru fleiri danir við, men ein føroyingur sum eg minnist var Hans Karli við Stein. Hann var javngamal við meg, hann doyði í 2004. Hann var beiggi Polluks og tískil pápabeiggi Kára við Stein okkara tíðindamann í Grønlandi. Jógvan á Dul, sonur Agnas, var stýrimaður.

Tá landað varð í Grimsby brúktu teir ikki spæl. Tríggir mans stóðu á dekkinum og hálaði fiskin upp í kurvum. Hetta gekk kortini skjótt fyri seg.

 

Fór at lossa

Tá ið eg so kom heim aftur fór eg at royna at fáa ein lossikjans, og tað fekk eg. Har var eg hepp­in. Hetta kom nokk av tí, at eg hevði hjálpt mammu at vaska um morgnarnar, og tí kendi arbeiðsformannin.

Men hetta við lossingini var miskunnarleyst. Tað var 14. hvønn dag at lossað varð fast, og tað var tá ið Tjaldrið kom. Tað komu kanska einir 100 mans oman á kajuna í vón um at fáa arbeiði. Men teir skuldu bert brúka 15 ella 20, sum so arbeiðsformaðurin skuldi pilka úr rúgvuni. Restin mátti so til hús við ongum.

Vit skuldu eisini bunkra Tjaldr­ið. Tað skuldi hava 60 tons av koli hvørja ferð tað kom. Kolið varð koyrt uppí leypar í kolagarðinum hjá Skipafelagnum. Fyrst varð tað lempað uppí eina vekt, og síðan stúrtað í ein leyp. So var leypurin lyftur upp á bakið á einum manni. Síðan var gingið tvørtur um kaj­una, og so upp í ein leytara. Til seinast varð kolið stúrtað í deksli til kollastina. Hetta mátti vera sera arbeiðskrevjandi.

Hetta tók tó ikki fullan dag, einar 6-8 tímar. Tað vóru 100 pund av koli í hvørjum leypi. Men leypurin sjálvur vigaði 20 pund, og var ofta ófantaligur.

So einaferð høvdu vit brúk fyri nøkrum monnum til at bunkra Tjaldrið. Tað vóru nógvir sum stillaðu seg upp. Nakrir menn vórðu úvaldir at taka ein leyp, og eg var ein teirra.

So peikaði formaðurin eisini uppá ein mann um at koma at arbeiða. Hann hevði verið við trolara, men hevði fingið ein snudd og var blivin nakað lamin. Hann haltaði nakað. Men hann var raskur kortini.

Tað vóru tveir, sum skuldu fylla. Tað vóru tvær vektir. Teir sum fyltu, skuldu skiftast um at lyfta leypin uppá teir, sum skuldu bera.

Men so einaferð varð hetta arbeiðið liðugt og nevndi maður spyr: »Hvar skal eg so fara?« »Tú skalt fara handan vegin«, og so peikaði formaðurin heim eftir kajuni. Tá stóð nógv á mær. Eg visti, at hesin var ein raskur og góður fyllari. Hann hevði tveir dreingir til fosturs og hevði tungt hús. Hann búði úti á Reyni, og umstøðurnar vóru ikki góðar. Og so bara at biðja hann fara heim aftur! Eingin tordi at siga nakað. Segði man nakað, so var viðkomandi ikki biðin aftur. Hetta vóru treytirnar hjá arbeiðarum tá í tíðini.

Vit skuldu eisini bunkra Smiril. Tað tók tveir tímar at bunkra hann. Her vóru tvey deksil. Eitt til kolið at koyra niður í og eitt til at stoyta øskuna á sjógv. Onkur koyrdi kolið í øskuholið. Spurdur hvat hann gjørdi, svaraði hann: »Jú, eitt hol og annað!«

Tað hendi ofta, at kol fór á sjógv í samband við slíka bunkring. Tá vóru tað teir, sum við eini kurv royndu at trola hetta kolið upp aftur úr sjónum, so tað kundi dríggja um heima við hús. Teir kundu fáa uppí eina kurv av koli, og hetta kundi muna væl.

Hetta var at enda forboðið, tí teir søgdu, at hetta undirmineraði kajuna. Men hvat skuldi man gera, kolið kostaði jú nógvar pengar. Summir høvdu jú ikki torv heldur. Eg plagdi at keypa kol uppí eina spann úti hjá Valdemar Lützen. Hon kostaði 25 oyra. Saman við torvi kundi hetta strekkja eina viku.

 

Søgan um Elsu

Í seinasta parti greidd vit frá Magnus, beiggi Dánjal í Horni, og konu hansara Elisabeth, sum vóru foreldur Vilhelm (Tórsheim), Magnus og Evu.

Her var Sámal útigloymdur. Hann fór til Amerika í 1912. Konan Kristianna, kallað Kista, og børnini fóru seinni í 1919. Við sær hevði hon yngstu dóttir Vilhelm, Elsu, sum hon hevði tikið til sín, aftaná at mamman Petronella var deyð í 1910. Kristianna var dóttir Johan Simonsen í Hoyvík. Petronella var úr Funningi. Hon hevur stein í gamla kirkjugarði.

Petronella og Vilhelm áttu umframt Elsu, Magnhild, Miu, Magnus, Petur og Evu Margretha, sum doyði sum nýføðingur umleið 14 dagar áðrenn mamman. Sámal og Vilhelm búðu báðir í Magnus Heinasonargøtu. Elsa kom ikki aftur til Føroyar. Hon giftist og fekk børn, og ættin plagdi at fáa brøv frá henni.

 

 

 

________________

 

Næstu ferð

Í komandi parti fer

Johan rættuliga til skips. Hann fer við Turid hjá Zacharias Heinesen