Johan Norðfoss: Kolasøla og verkføll

Vit eru komin til næstseinasta part í hesi røðini við frásøgn hjá Johan Norðfoss. Nú kemur ein partur av hansara lívi, sum hevur samband við Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann fer at arbeiða á kolasøluni hjá felagnum.

Johan gjørdist eisini ein partur av stóra verkfallinum í 1951

8. partur

 

 

Kolasølan

Seinasta greiddi eg frá, tá ið eg mundi enda á Isle of Man, tí eg hevði tikið ein pakka við úr Íslandi fyri ein mann, sum eg kendi. Her skal skoytast uppí, at hesin maður eisini varð avhoyrdur av bretum í Íslandi, samstundis sum eg var avhoyrdur í Bretlandi. Hetta hevur verið álvarsamt!

Aftaná, at eg hevði siglt undir krígnum og eisini aftaná kríggið, fór eg at arbeiða á kolasøluni hjá arbeiðsmannafelagnum.

Søgan um kolasøluna er, at tá ið seinni heimsbardagi brast á, fekst so lítið av útlendskum koli. Tí varð so mikið meira av koli høgt í Suðuroy. Á Tvør­oyri høvdu menn stovnað Arbeiðs­manna Kolavirki, sum høgdi kol í Ranga­botni. Tað hevði so mangan verið tosað um, at Havnar Arbeiðs­mannafelag átti at fingið sær eina kolasølu, sum seldi í smáum til húsarhaldini, og nú hildu teir løtuna vera komna. Felagið átti Evensens pakkhús, og her stóð kjallarin tómur, so har lá fyri at hava goymslu og skrivstovu.

Tískil fekk Havnar Arbeiðs­manna­felag einkarrætt at selja kol frá Kolavirki Arbeiðmanna á Tvøroyri við teirri treyt, at teir altíð skuldu hava teirra kol á goymslu og ikki skuldu selja annað kol enn teirra.

Arbeiðsmanna Kolavirki hevði í 1940 yvirtikið kolavirksemið í Rangabotni, eftir at Føroya Kol hevði steðgað sínum virk­semi. Tískil var tað arbeiðs­manna­felagið Fylking, sum gjørd­ist arbeiðsgevari hjá teimum, sum arbeiddu í kolinum.

Havnar Arbeiðsmannafelag skuldi sjálvt koma eftir kolinum á Drelnesi. Kolavirkið skuldi binda seg til at lata kol í teimum nøgdum, teir vóru førir fyri. Men komu fleiri skip í senn eftir koli mátti fermast eftir tørni.

Tað var einmælt samtykt á lima­fundi 21. august 1940 at taka við hesi einkarsølu fyri Havnina, og felagið samtykti at seta sínar ognir í veð fyri einum láni uppá kr. 10.000 til kolahandilin.

Tað varð eisini seinni samtykt ein skamtan av koli, sum gav hvørjum húsarhaldi 500 kg av føroyskum koli um mánaðin um veturin og 350 kg um summarið.

Søkt varð i bløðunum eftir manni at flýggja kolið út og settur varð Juul Poulsen, skrivari í Havnar Arbeiðsmannafelag. Keypast skuldi eisini ein kolvekt og onnur amboð. Kolaprísirnir vóru settir at vera 62 kr. fyri tonsi av goymslu og ókeypis koyrt til hús. Av bryggju var prísurin kr. 57 og eisini koyrt ókeypis.

Í 1943 varð samtykt at hækka kassakredittin hjá kolasøluni í Føroya Banka upp í kr. 50.000, eins og tað var samtykt at byrja klædna­sølu. Hesa klædnasølu hoyr­ist ikki nakað serligt um seinni, uttan at hon varð avtikin aftur.

 

Farið verður til Roynds Kolasølu

Í 1946 eru teir farnir at keypa kol frá Roynds Kolasølu í Hvalba. Tað sæst ikki, hví hetta var. Men Kola­virki Arbeiðsmanna fekk trupul­leikar, og kann hetta vera orsøkin.

Kolasølan gongur ikki so væl fíggjarliga hóast nógv verður selt.

Í 1947 verð­ur Torbjørn Zac­har­ias­­sen, son­ur Jógvan Zac­har­­ias­sen, sett­ur sum leiðari av kola­søluni. Ábyrgdina av virkseminum hevur eitt driftsráð, sum var sett av Havn­ar Arbeiðsmannafelag. Tá verður eisini farið at selja útlendskt kol og koks. Kolasølan vaks munandi og gjørdist ein tann størsta í landinum. Stjórin á kola­­søluni gjørdist eisini stjóri á Sælingahellu, sum átti trolaran Havborgina.

Í 1950 vóru seld 2.500 tons av koli og virðið var kr. 393.000, men hóast hetta var fíggjarliga úrslitið vánaligt.

Skipini, sum komu við kolinum til Havnar vóru Stapin, sum var úr Suðuroy, og Rókur hjá Skipa­felagnum.

 

Ikki bert at siga tað at bera kol

Eg kom at arbeiða á kolasøluni, tí ein svágur mín, Jóan Petur Poulsen av Eiði, hevði koyrt har, og hann bað meg loysa seg av. Hann hevði fingið ein túr við einum enskum trolara. So eg fekk hansara arbeiði. Hann kom kortini aftur, og eg helt eisini áfram.

At bera kol runt um í Havnina var ikki bara sum at siga tað. Tað var nógv nýbygging eftir kríggið. Tað vóru nógvir býlingar, sum í Vaktarhúsbrekku, úti í Hornabø og úti í Grønlandi. Gøtur sum R. C. Effersøesgøta, Bøkjarabrekka og Jóanes Patursonargøta vóru ikki til tá.

Tá ið húsini vóru uppkomin, skuldu tey hava hita, so málar­ar­nir kundu kom inn.

Í hesum nýggju býarpørtinum vóru vegirnir ofta vánaligir, so man mátti ofta bera kolið á bak­inum langa leið.

Tað var so nógv kol brúkt. SEV kom ikki fyrr enn fyrst í 50-unum. Eitt sindur seinni kom eisini fløsku­gassið hjá Gass Martin og enn seinni komu oljufýringar.

Hetta við at bera kol var ofta vátt­ligt. Tað var ofta regn. Sekkir­nir stóðu úti. Einki var inni­lokað, so sekkirnir vóru ofta vátir. Kola­sølan hevði goymslu uppi á Glas­heyggi. Hetta pláss er held­ur ikki tað besta til vind. Men líka mikið. Tað var heilt sjáldan, at vit, sum arbeiddu har, høvdu krím. Ofta lá Havnin niðurslaktað í forkølilsi, men hjá okkum bilaði sjáldan.

Tað var nógv broytt við útkoyr­ing av koli frá tí fyrsta, eg minn­­­ist. Tá ið eg var smádrongur koyr­di Jákup Michael Mikkelsen, pápi Gunn­­ar Mikkelsen, hesta­vogn hjá Valdemar Lützen. Teir tóku einar fýra fimm sekkir, og so fóru teir í býin við hestavogni við kolinum. Eg plagdi onkuntíð sum smádrongur at sleppa uppí.

Men tá ið vit so koma til hesi hálvtrýssini vóru so nógvir bilar, sum koyrdu kol. Millum annað hevði Valdemar Lützen einar sjey bilar sum koyrdu kol, kolasølan hjá okkum hevði tveir, Balslev & Goos hevði ein. Umframt hevði Brockie stóra kolagoymslu. Hon var serliga til trolarar og aðrar stórar brúkarar.

Vit roknaðu við, at vit skuldu koyra tvey less fyrrapartin og tvey less seinnapartin. Tað vóru tveir mans við bilinum. Tveir fyltu uppí sekkirnar. Tað vóru tískil einir fýra mans, sum arbeiddu fast fyri kolasøluna. Var pausa fyltu allir í sekkir.

Tað vóru 50 sekkir í hvørjum lessi. Nógvastaðni var ikki rúm­ligt, serliga í teirri gomlu Havnini. Tað var merkiligt, men fólk vildu ofta hava kolið í tann krókin í kjall­ar­an­um, sum tað var ringast at koma til. Í kjallarunum var ofta lágt og trongt. Tey skuldu hagar minst tvær ferðir um dagin eftir koli.

Vit høvdu eisini tann trupul­leika, sum postmenn ofta hava. Hundunum dámdu ikki, at vit komu. Tá vit fóru avstað aftur við teimum tómu sekkunum, høvdu teir ofta hug til at loypa á. Men tá fingu teir sekkin um oyruni. Men eingin varð kortini hundbitin.

Men hetta var eisini stuttligt. Fólk vóru blíð og fyrikomandi at koma til.

 

Máttu avstað aftur við kolinum

Men eitt var sera trist. Hetta vóru ringar tíðir, og ráðini vóru vánalig. Vit høvdu ofta krossfiskar, og hetta merkti, at sekkurin skuldi gjaldast, áðrenn hann varð stoytt­ur, tí viðkomandi var í eftirstøðu. Eg havi staðið í einum køki, har tey ikki kundu gjalda, og so avstað aftur við kolinum. Tað var hart. Onkuntíð hava fólk sitið køld. Ein sekkur kostaði kr. 7-8 Nýttir vóru 2-3 sekkir um vikuna.

Men so kom sum fráleið SEV og gassið, so kolnýtslan minkaði. Kolið gjørdist eisini nokk so dýrt. Fyrst var tað Koreakríggið fyrst í 50-unum, og so var tað Suez­kreppan í 1956, har Sue­zveitin varð typt av søktum skipum, so tað ikki gjørdist siglandi. Hetta gjørdi, at fraktin fór so nógv upp. Útlendskt kol bleiv so dýrt, at fólk høvdu ikki ráð til at keypa tað. Hetta skapti meira arbeiði í Suðuroy. Nú varð lagt um til føroyskt kol, serliga úr Hvalba. Hetta kolið var meira ódrúgt. Kolið úr Rangabotni var kortini betri, men tað var ikki framleitt í nóg stórum nøgdum. Hvalbiarkolið er hampuliga gott, men tað er so nógv øska av tí. Summi hjálptu sær við torvi, og hetta var serliga galdandi fyri bygdirnar.

Men tað varð eisini sent nógv kol út á bygd. Tá skuldu vit møta upp klokkan sjey á morgni í Vágs­­botni við rutubátarnar fyri at fáa kol­ið við. Tað bleiv onkun­tíð skrivað í bløðunum, at mjólka­bát­­ar­nir høvdu so nógv kol á dekk­i­num, at hetta var til ampa fyri ferðafólkini. Tey sótu ofta á dekkinum eisini.

Tað gekk meira og meira tann vegin, at limirnir vildu hava kola­søluna at halda uppat, tí tað vísti seg, at tað gekk ikki, hóast dúgliga varð roynt. Plássið var opið, so tað var ikki altíð at lagrið svaraði til tað, sum tað skuldi vera, tá ið upp varð talt.

Á einum fundi í losjuni 25. juli 1951 greiddi eg frá, at síðan mars hetta ár, hevði verið selt fyri kr. 95.000 av koli. Arbeiðslønin var kr. 14.000. Og kr. 2.000 vóru farnar at keypa sekkir fyri.

Mín løn var kr. 500 um mánaðin fyri 60 tíma viku. Skatturin var kr. 90.

Í 1952 er Sofus Olsen stjóri. Hann helt, at tað var óráð at halda fram við kola­søluni, tí vinn­­ing­­­urin var so lítil. Men tað var lítil hugur at fylgja hesum til­mæli. Menn óttað­ust fyri, at varð kolasølan niðurløgd, fór kola­prísurin at hækka, tá ið kappingin gjørdist minni.

Kolasølan hevði tveir bilar, so tað var uppskot um at selja annan og so at fáa aðrar at koyra út fyri akkord.

 

Stóra verkfallið

Eg kom at uppliva nøkur av teim­um stóru verkføllunum í Havn. Tað fyrsta, eg minnist, var eitt-oyra verk­fallið í 1943. Tá var eg bert 22 ára gamal, og mín leik­lut­ur var at luttaka í tí tónleikarliga partinum.

Eitt slíkt verkfall er ofta eisini undirhald. Eg var við í tí sokallaða X-orkestrinum, vanliga kallað x-arnir. Vit plagdu at marsjera í samband við verkfallið, og tá var eisini horntónleikur.

Hetta verkfall snúði seg um prístalsviðbótina, sum var ein sjálvirkandi hækking av lønini, so hvørt prísirnir hækkaðu. Prístals­grundarlagið stavaði frá 1939, og ásett var, at fyri hvørt stig, prístalið fór upp, skuldi tímalønin hækka við eini upphædd. Men skjótt gjørdist ósemja millum part­arnar, hvørt hækkingin skuldi vera 0,85 ella 1 oyra fyri hvørt prístalsstig. Hetta førdi til ting­ingar, gerðarrætt og samtyktir í tinginum og verkfall. Men sum øll onnur verkføll fekk hetta eisini ein enda. Her vunnu arbeiðsmenn og fingu kravdu viðbótina.

Í 1951 var tað stóra verkfallið hjá arbeiðsmonnum í Havn. Hetta var eitt sera alvorligt verkfall. Alt varð stoppað.

Søgan aftanfyri hetta verkfall er henda:

Tann 6. mai 1951 lýsir Føroya Arbeiðarafelag verkfall fyri allar arbeiðarar í landinum. Tá var Havnin eisini við í FA. Landið ligg­ur lamið. Bert neyðsynjarvørur frá tí almenna landshandlinum koma til tær smærru bygdirnar. Annars eru handlarnir skjótt tóm­ir. Bakaríini eru stongd, so bert sjúkrahúsini fáa breyð. Aðrar vørur verða skamtaðar. Allur inn- og útflutningur steðgaði. Hetta ger eisini tað, at fiskur spillist.

 

Undantaksstøða í Havn

Tað verður tingast millum partar­nar. Tíðin gongur og skjótt fæst heldur ikki brenni.

Føroya Arbeiðarafelag samtykk­ir við eini uratkvøðu tann 21. mai at avblása verkfallið uttan stór­vegis úrslit.

Hetta fær øði í arbeiðsmenn í Havn og Tvøroyri, og teir sam­­tykk­ja at halda áfram við verkfallinum.

Havnin verður sett í eina undan­taksstøðu. Øll ferðsla til og úr býnum verður steð­g­að. Tað sama var við bilkoyring í Havn. Tað vóru bert lastbilar hjá kolasøluni hjá arbeiðsmannafelagnum, sum sluppu at koyra.

El-framleiðslan var eisini steðg­að, og elverkið varð blokerað. Tá ið løgreglan royndi at bróta blokaduna, varð politibilurin punkteraður. Og harvið varð tað.

Dimmalætting sendi duplikerað neyðbløð út. Her lýsti landsstýrið, at tað hevði tikið stig til, at børn undir tvey ár kundu fáa út­flýggj­að hálvan litur av mjólk frá hospitalinum um dagin.

Eisini rakti verkfallið sana­toriið, har sjúklingarnir hvørki høvdu hita ella ljós eitt skifti.

Tann 30. mai verður verkfallið avlýst, og nakað kom uppá tíma­lønina.

 

Einastu sum arbeiddu í Havn

Teir einastu menn, sum arbeiddu, vóru eg og Grækaris hjá Berinti. Vit koyrdu bilarnar hjá arbeiðs­manna­felagnum. Vit høvdu nokk so nógv at gera. Verkfallið skuldi ikki ganga útyvir hospitalið, so vit vóru millum annað á Velbastað eftir mjólk. Tað er eingin ivi um, at hetta verkfallið var sera álvarsamt.

Bygdamenn hava altíð roynt at slopp­ið inn í Havnina at fáa arbeiði. Teir vóru sum so ikki í verk­­falli tá. Eg var vitandi um, at bil­urin fór heilt niðan á Hvítanes at steðga teimum, tá ið teir komu hagar.

Verkfallð vardi í meira enn tríggjar vikur, og tað var kalt. Tað byrjaði at stramma í hjá fólki við neyð­synj­arvørum. Eg fekk at vita, at teir vóru í ferð við at gera eina borgara­vernd. Hevði hetta hent, hevði tað verið ein stór vanlukka fyri Havnina, tí tað vóru bæði bensinsbumbur gjørdar og byrsur løddar. Tað hevði verið ein tragedia fyri Havnina um verkfallið ikki helt uppat tá.

Eisini var tað so, at fiskimanna­felagið og reiðarafelagið høvdu hug til at seta seg upp ímóti arbeiðsmonnum. Skipini komu heim av Suðurlandinum, og teir vildu hava tey lossaði. Fiskimenn hóttu við at landa sjálvir, so teir kundu sleppa avstað aftur.

Verkfallið helt uppat og virk­semið byrjaði aftur, men hvat hendi so? Tá reyk Sjóvinnubankin. Hetta fór beinanvegin at merkj­ast. Allir pengar blivu vekk. Tað vóru eingir pengar at forvinna, so føroyingar fóru við týskum og enskum trolarum, og nógvir fóru til Íslands. Tíðirnar vóru vánaligar inntil út móti 60-unum, tá gongd var komin á endurnýggjan av skipaflotanum.

 

Formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag

Eg havi eisini verið formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Eg varð valdur í eini sovorðnari keðiligari tíð. Hetta var á aðal­fundi 30. desember 1952. Tá legði Magnus Tórsheim frá sær. Han var blivin formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Hinir nevndarlimirnir vóru Trygvi Árting, Arni Rein, Niels Olsen og Mortan Carlsen.

Tá var Kampsax farin í sving við at gera Rundingin.

Annars royndi Havnar Arbeiðs­mannafelag at forða fyri, at bygd­armenn, sum fluttu til Havnar, skuldu fáa arbeiði.

Ótti var fyri, at hesir fóru at taka arbeiði frá havnarmonnum, sum ikki høvdu ov nógv arbeiði frammanundan.

Tað er ein stuttlig søga um hetta, sum Andreas Højgaard, ættaður úr Rituvík greiddi frá. Tað var ein rituvíkingur, sum flutti til Havnar. Fyri at fáa arbeiði mátti hann lima seg inn í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hetta var tikið upp á einum felagsfundi, men her var eingin hugur til at ganga umsóknini á møti. Tá reisir ein limur, ættaður úr Rituvík, seg upp og spyr: ”Kenna tit handan mannin?” Nei, tað gjørdi eingin. ”Men tað geri eg. Og eg kann siga tykkum, at hesin maður er so luddovin, at hann tekur ikki arbeiði frá nøkrum manni”.

Maðurin slapp í felagið og var líka raskur sum nakar annar.

Hesin spurningur um at nokta monnum limaskap og harvið arbeiði, varð lagdur fyri ein gerð­ar­rætt, og her tapti felagið. Tað kann jú ikki vera loyvt at nokta fólki eksistensmøguleika.

Tað var nógv stríð. Formans­samsýningin var kr. 100 um mán­aðin og nevndin fekk kr. 100 um ársfjórðingin. Mær dámdi kortini arbeiðið nokk so væl, tí man kom í samband við arbeiðsgevarar. Vit høvdu samskifti, og teir vóru hampuligir at fáast við.

Eg kann nevna Petur Michel­sen, sum hevði stórarbeiði í gongd millum annað við at byggja hús. Hann bygdi eisini Bacalao. Vit vóru onkuntíð uppá kamp, men vóru vinmenn síðan tá. Hand­verkarar høvdu verið limir í HA. Men tá vildu handverkarar fara burtur úr og stovna sítt egna felag. Nógvir av teimum gomlu blivu verandi, meðan teir yngru fóru uppí Handverkarafelagið.

Ein spurningur, sum var frammi í míni formanstíð, var møguligur limaskapur í tí danska LO, sum tá kallaðist De samvirkende Fagforbund. Teir høvdu stuðlað verkfallinum við kr. 50.000.

Hetta var eisini samtykt á fundi í Havnar Arbeiðsmannafelag og síðan í Føroya Arbeiðarafelag. Her spurdist ikki meira burtur úr. Hetta var ein rættuliga politiskur spurningur.

Á aðalfundinum tann 29. desemb­­er 1953 varð eg afturvaldur.

Í 1954 var verkfall í fiskiflotan­um. Í hesum sambandi kom áheit­an frá Føroya Fiskimanna­felag um at fara í samhugaverkfall.

Síðan skuldi Føroya Arbeiðara­felag taka støðu til spurningin. Hann var fyrst lagdur fyri aðal­­fund hjá FA. Havnar Abeiðs­manna­felag vildi ikki vera við uttan Føroya Arbeiðarafelag eisini var við. Aðalfundurin samtykti at senda málið til uratkvøðu. Her var víst meiriluti fyri at fara í samhugaverkfall, men tað var so nógva ógreiða í hesum máli, eisini um verkfallið var lógligt, at einki meira hendi.

Á tí næsta aðalfundinum segði eg meg frá sum formann og Martin Kúrberg tók yvir..

Tískil var eg formaður í tvey ár.

 

Kolasølan privatiserað

Tað gekk framvegis illa við kola­søl­uni og á fundi tann 12. juni 1954 varð samtykt at taka hana av.

Samstundis varð samtykt, at eg skuldi yvirtaka kolasøluna frá 1. august.

Gjørd var ein yvirtøkuavtala, sum millum annað segði, at eg skuldi yvirtaka hølið hjá kola­søluni í Evensen pakkhúsi og telefonnummarið 140.

Vit sigldu eisini við koli. Vit leigaðu Nelly frá Petur próst at sigla við koli ymsa staðni í landinum

Vit royndu eisini at fáa koks úr útlandinum. Koks hevur tann fyrimun fram um kol, at tað er reinari. Men so fylti tað dupult so nógv. Tað var eitt sindur dýrari at nýta koks enn kol. So eg leig­­aði Gudrun Zoegu frá Peter Dahl. Gjáar Sofus (Hilduberg) var skipari. Vit fóru niður til Helmsdal í Moray Firth buktini. Har fingu vit eina last av koksi. Hetta var ein so deilig reisa. Vit gingu í tuflum mestsum allan túrin. Hetta gjørdi, at ein fekk hug til at gera ein túr afturat. Tað fóru vit eisini og Jens Askildsen var skipari. Adolf Rubeksen var dekkari og Bartal Gregersen á Strondum var motorpassari. Vit vóru fýra mans.

Vit fóru inn í Leithfjørðin og fingu uppí av koksi. Hetta var fyrst í desember mánaða. Vit fóru avstað, men tá gjørdist illveður av landsynningi. Vit sluppu ikki inn aftur, tí havnin var læst vegna veðrið. Vit royndu so at sigla upp eftir. Eg hevði siglt og fiskað á hesum leiðum, so eg kendi nakað væl farvatnið her. Vit vónaðu at sleppa inn í onkra av havninum. Men veðrið øtlaði, so vit sluppu ongastaðni inn. Tá vit so komu upp móti Holinum, teir kalla, tá var eisini tjúkt. Tá varð ættin eystan. Vit royndu so at taka havn í Hetlandi, men vit sóu einki, og nautiska útgerðin var sera avmarkað. Vit komu so norður um. Tá var sjógvurin ringur. Tað var illveður. Tá vit koma norður frá Hetlandsoyggjunum hækkar ættin upp í landnyrðing eystan við stormi. Vit høvdu eitt sindur av dekslast.

 

 

 

 

Komandi partur

Johan hevur mangan brattan farið á sjónum. Men hesa ferð var tað um reppið, at teir bóru boð í bý