Johan Páll rópar neyðarróp

- Vit hava roynt øllum, sum kann ganga og krúpa, frískum og sjúkum, ungum og gomlum, gentum og dreingjum, men kortini liggja skipini, tí tey fáa ikki manning, sigur Johan Páll Joensen, reiðari

- Tey, sum siga, at onki arbeiðsloysi er í Føroyum, liva ikki í hesi verðini.

Tað staðfestir Johan Páll Joensen, sum bæði er reiðari og formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Ì eini heilt óvanligari lýsing í Sosialinum í dag, søkir hann eftir skipara og manning til línuskipið, Fugltúgvuni.

Eitt, sum er óvanligt við lýsingini, er, at hann leggur dent á, at bæði konufólk og mannfólk eru vælkomin at søkja og vit vita ikki um nakað annað dømi, har reiðari beinleiðis hesu søkt eftir kvinnuligum skipara og kvinnuligum dekkarum til fiskiskip.

Men Johan Páll viðgongur eisini, at hetta er rætt og slætt eitt neyðarróp.

- Eg hopi kvinnur og menn við áræði og vilja, síggja lýsingina og bjóða seg fram, leggur hann afturat.

Ì lýsingini verður lýst eftir røskum kvinnum og monnum at manna Fugltúgvuna og nú vónar hann, at onkur hoyrir neyðarrópið.


Ligið í tveir mánaðir

Hann sigur, at Fugltúgvan hevur ligið nú í tveir mánaðir, tí manning ikki fæst til skipið.

- Vit hava søkt eftir øllum, sum kann krúpa ella ganga, monnum og kvinnum, ungum og gomlum, gentum og dreingjum, men kortini mangla við 12-14 fólk til Fugltúgvuna, sigur vinnulívsmaðurin úr Klaksvík.

Tí staðfestir hann eisini, at nú royna tey enn einaferð og øll skulu vera hjartaliga vælkomin at søkja.

- Eisini Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag og Sonja í Jógvansstovu, Samskipari í samtaki. Ja, álvaratos, høvdu tey søkt, skuldi er rulla tann reyða leyparan út eftir bryggjuni fyri teimum umborð á Fugltúgvuna, sigur Johan Páll Joensen.

Hann heldur rætt og slætt, at tað kann ikki passa, at tað ikki finnast menn og kvinnur, sum hava hug og dirvi at reka eitt skip, sum Fugltúgvuna.

- Vit velja ikki at trúgva at støðan er sum hon er og vænta, at onkur setir seg í sambandi við okkum hesum viðvíkjandi, sigur hann í lýsingini í dag.


Liva ikki í hesi verð

Hann sigur, at øll tey, sum tvíhalda um, at onki arbeiðsloysi er í Føroyum, liva í hvussu so er ikki í hesi verðini

- Hetta er ikki nakað nýtt, tí hetta hevur verið støðan leingi.

Fugltúgvan er ikki einasta skip, sum liggur, tí tað gera fleiri onnur skip.

- Og partrolararnir eru undirmannaðir hvønn einasta túr, leggur hann afturat.

- Hetta er nakað vit stríðast hvønn einasta og áðrenn hvønn einasta túr, leita vit eftir fólki, men til fánýtis.

Hann sigur, at tað er ikki tí, at Fugltúgvan er nakað vánaligt skip.

Hon er eitt tað nýggjasta og ein av bestu bátunum, sum er. Hann er akkurát longdir og í fínasta standi, so tað er ikki hetta, sum bilar.

- Úrtøkan er sjálvandi eftir fiskiskapinum og tað eru vit ikki harrar yvir. Men verða teir væl drivnir, er úrtøkan góð.

Hann sigur, at hann er so hamrandi troyttir av øllum hesum prátinum um arbeiðsmegi og um at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroyar.

- Eg havi sagt mína meining so oftani nú, at eg orki ikki at endurtaka tað. Men eg havi langt síðani mist álit á, at trupulleikin verður loystur og nú havi eg so ikki longu nakað sum helst álit á politiska skipanin megnar at loysa trupulleikan, sigur hann.

Men hann sigur, at tað er ikki annað væntandi við tí hugburði, sum mangan er, tí ofta trýr hann ikki sínum egnu oyrum, tá ið hann hoyrir fólk siga, at hetta hevur ongan týdning og vit hava onki arbeiðsloysi.

- Eg veit ikki, hvørjum heimi, tey liva í, tí veruleikin er, at á hesum øki, er samfelagið í kreppu, sigur Johan Páll Joensen.

- Fyrsta ársfjórðing í ár er, at fiskanøgdin minkað 16% og útflutningurin er minkaður 21% og ein stórur partur av orsøkini til tað, er trotið á arbeiðsmegi.

Hann staðfestir eisini á hesum øki, er nógv broytt í samfelagnum, tí tá ið hann var ungur, var tað onki meiri spennandi hjá ungum dreingjum at sleppa at fáast við skip.

- Tað var toppurin, tá ið eg var ungur, leggur hann afturat.