Jóhan Petur skal senda føroyingar út í missión

Nevndin í OM, Føroyar hevur á nevndarfundi í vikuni, sett nýggjan leiðara. Tað er Johan Petur Johannesen, 42 ár, sum kemur at hava dagligu leiðsluna um hendi frá 1. mars 2016. Nevndin hevur seinastu tíðina arbeitt við at seta nýggja leiðslu, eftir at Anita og Oddmar Tausen fóru frá.

 

Johan Petur Johannesen er ikki eitt nýtt andlit í OM. Hesi seinastu árini hevur hann sitið í OM nevndini, millum annað sum næstformaður í nevndini. Hann hevur eisini umboða OM óteljandi ferðir í altjóða høpi, bæði sum toymisleiðari og á leiðslustevnum. Johan Petur Johannesen hevur verið leiðari fyri stutttíðarmissónstoymunum hjá OM Føroyar.

 

Johan Petur Johannesen er útbúgvin lærari, men hevur drúgvar leiðsluroyndir innan samkomuarbeiði, bæði her heima í Føroyum og altjóða.

- Tí eru vit sannførd um, at Johan Petur Johannesen fer at halda á at menna missiónsarbeiði hjá OM í Føroyum til frama fyri alt felags kristiligt arbeiði, so vit kunnu síggja føroyingar fara út í heim við gleðiboðunum um Jesus Kristus, boðar nevndin frá.