Johan skal spæla um 72 milliónir í kvøld

Útlitini eru góð fyri at Johan og lið hansara vinna heimsmeistaraheitið í Dota 2 í kvøld

Í kvøld verður stór finala, har spælt verður um heimsmeistaraheitið í telduspælinum, Dota 2. Føroyski Johan Sundstein hevur ofta gjørt um seg í Dota 2 undir navninum "n0tail", og í kvøld er lið hansara OG aftur millum liðini, ið skulu kappast um at gera heimsins besta lið í Dota 2. 

 

Tað eru ikki smápengar, sum tað verður spælt um í kvøld. Heili 163.641.964 krónir eru í umferð, og vinnarin vinnur 72 milliónir krónur. 

 

Sambært føroyska veitaranum av internetítrótti, Esport.fo, eru útlitini góð fyri, at Johan Sundstein og lið hansara gerast heimsmeistarar í nátt. 

 

- Um hugt verður eftir, hvussu OG hava spælt, so er líkt til, at Johan Sundstein og liðið hjá honum hava góðar møguleikar at fara avstað við heimseistaraheitinum, skrivar Esport.fo.  

 

OG hava ein serstakan spælistíl í mun til hini liðini og eru vanir við at yvirraska og gera tað óvæntaða. 

 

Kappingin eitur The International og byrjað verður at spæla klokkan 22:00 føroyska tíð. Til ber at fylgja við beinleiðis her.