Johan tveittur á dyr

Tá menn frá Búnaðarstovuni troppaðu upp 3. juni í Fámara og bað tey bæði, Johan og Rakul Dalsgaard um at gera seg til reiðar at fara frá festinum við stuttum varsli, bað Johan um at fáa hettar skriftligt.

Tað hevur hann nú fingið.

Í brævi dagfest í dag fær Johan í Kollafirði soljóðandi boð:

Viðvíkjandi festarskifti á matr. 648a, Vágs bygd - Fámara

Víst verður til fund við Búnaðarstovuna tann 3. juni 2013 í Fámara.

Sum fráboðað á fundinum hevur Búnaðarstovan tikið avgerð um at lýsa festið leyst. Tann lýsingin er farin í bløðini og hava umsøkjarar freist til 5. juli 2013 at lata inn umsókn til Búnaðarstovuna.

Í sambandi við at festið er lýst leyst sambært heimild í § 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 17. mai 2011, er neyðugt, at øll viðurskifti eru greið og at eingin óviðkomandi býr í festihúsunum, tá festið verður latið einum festara. Tí verður eins og á fundinum 3. juni, heitt á tygum um at flyta av festinum Fámara og skulu tygum vera fluttur úr festihúsunum og av festinum í Fámara í esinasta lagi 15. juli 2013. Sama er galdandi fyri møgulig onnur hús- ella búfólk.

Eisini vil Búnaðarstovan heita á tygum, um at taka øll tygara húsdjór og fenað av festinum innan omanfyri nevndu freist.