VIDEO: Liðið hjá Jóhan vann European League - Liðið hjá Hákuni fær silvur

(Video) Síggj ein samandrátt av EHF European League finaluni millum Flensburg-Handewitt og Füchse Berlin

Ígjár vann ein skálamaður, Allan Norðberg European Cup við Vali, og í kvøld hevur ein havnarmaður vunnið EHF European League.

 

Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt vann í finaluni í EHF European League í Barclay høllini í Hamburg rættiliga greiðan 36-31 sigur á liðnum hjá Hákuni West av Teigum,  Füchse Berlin, ið vann EHF European League í fjør. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á. Í steðginum var Flensburg á odda 15-14.

 

Jóhan skoraði fimm mál upp á níggju málroyndir. Hákun fekk tíverri ikki nakran nevniverdan leiklut í dystinum.

 

Kevin Møller í málinum hjá Flensburg hevði munandi fleiri bjargingar enn málverjarnir hjá Berlin, og so brendi stórleikarin hjá Berlin, Mathias Gidsel eisini átta av 14 málroyndum. 

 

Flensburg endar væntandi á einum triðja plássi í bundesliguni, og tí kemur sigurin í EHF European League sera væl við.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá finaluni. Jóhan sæst skjóta tvey mál í samandráttinum:

 

##med2##

 

Nú tá ein skálamaður hevur vunnið European Cup, og ein havnarmaður hevur vunnið EHF European League, so verður bíðað við spenningi um hoyvíkingurin, Elias Ellefsen á Skipagøtu vinnur Champions League við THW Kiel í Lanxess høllini í Köln annað vikuskiftið í juni. 

 

Rhein-Neckar Löwen vann bronsudystin í EHF European League við 32-31 (18-15) sigri á Dinamo Bukarest.