Johann Jansson Petersen fingið virðisløn hjá Novo Nordisk Fonden

Johann Jansson Petersen, lærari í Eysturskúlanum í Havn, hevur fingnið »Novo Nordisk Fondens Naturfagslærerpris 2026«

Talan er um virðislønin til náttúruvísindalærara frá Novo Nordisk Fonden - 2026.

Sum lærari náttúrulærugreinum í Eysturskúlanum í Havn hevur Johann Jansson Petersen skapt eina merkisverda menning í náttúruvísindaligu lærugreinini á skúlanum. Hann hevur sett á stovn eina náttúruvísindaliga linju, sum hevur drigið nógvar næmingar til sín og styrkt rekrutteringina til náttúruvísindaligar útbúgvingar, sum hevur havt stóran týdning fyri bæði skúlan og lokalsamfelagið. Johann arbeiðir problemorienterað og praktiskt, og hevur tikið bæði næmingar og starvsfelagar við í menningina av náttúruvísindaligu lærugreinunum, eitt nú gjøgnum verkætlanarrættaða undirvísing, har næmingarnir arbeiða við ítøkiligum náttúruvísindaligum trupulleikum, verður skrivað í tíðindaskrivi frá Novo Nordisk Fonden.

Við samstarvi við fyritøkur og granskingarstovnar, so sum Bakkafrost, Hugskotið og Jarðfeingi, hevur Johann verið við til at gera náttúruvísindi til eitt miðdepil og lokkandi fakøki. Undirvísingin hjá honum sameinir teori og praksis, og náttúruvísindaflokkarnir luttaka í kappingum sum First Lego League og Føroyameistarakapping í nýskapan, sum styrkja motivatiónina og áhugan hjá næmingunum fyri náttúruvísindum. Johann hevur gjørt undirvísingartilfar og ársætlanir fyri 7.-9. flokk, og hevur verið drívmegi í at kvalifisera starvsfelagar gjøgnum samundirvísing og vitanardeiling, har fleiri lærarar hava verið við í náttúruvísindalinjuni.

Virðislønin heiðrar Johann fyri hansara óvanligu átøk at styrkja náttúruvísindaligu útbúgvingarnar, at skapa eldhuga og motivatión millum lesandi, og at geva íblástur til næsta ættarlið av náttúruvísindaligum talentum í Føroyum, skrivar Novo Nordisk Fonden í tíðindaskrivinum.