Johanna er Ársins Songrødd 2010

Johanna Niclasen gjørdist hepni vinnarin av Ársins Songrødd 2010. Leygarkvøldið varð Ársins Songrødd-kappingin í Høllini á Hálsi, har danski Rasmus Seebach var og framførdi. Tað var Johanna Niclasen, ið fór við fyrstaplássinum, meðan Synnøva Magnussen gjørdist nummar tvey, og Eva Døgg Bragadóttir gjørdist nummar trý.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Johanna hevur prógvað sínar gávur. Hon vann nevniliga Barnaprixið fyri nøkrum árum síðani.