Tað var 6. mai í 1922, at fyrsti bilurin kom til Føroya. Tað vóru teir báðir havnarmenninir, Jóhannes Olsen undir Kletti og Júst Sivertsen, sum keyptu bilin, sum var ein Ford TT lastvognur, árgang 1922. Hann hevði pláss til tvey fólk í húsinum, og lastin var til eitt tons.
Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen seldu bilin. Teir høvdu smiðju saman í Quillingsgarði.
Nógv fólk vóru niðri á keiuni hendan dagin. Bilurin kom í land á einum prámi. Hann varð skumpaður niðan til Wensel og Vilhelm, tí eingin dugdi at koyra bilin.
Johannes Olsen, sum var tann fyrsti, ið koyrdi bilin, og sum hevur fingið koyrikort nummar 1 í Føroyum, hevur eftirtíðin hoyrt lítið um. Tað varð William Plank á fútaskrivstovuni, sum lærdi hann at koyra, og tað var Johannes sum lærdi Júst. Ta fyrstu tíðina var tað tískil bara Hannes, sum koyrdi.
Júst Sivertsen fekk koyrikort nummar 2, og koyrikortini fingu teir báðir 23. august 1923.
Føroya fyrsti bilur kostaði 5.500 krónur, og farmagjaldið var 500 krónur. Teir keyptu skjótt ein bil afturat.
Tað er av góðum grundum, at einki er frætt um Johannes. Hann doyði longu í 1924 av eini vanlukku á nýggja Dronning Alexandrines Hospital.
Hannes hevði ført Reyða Kross, og tá hospitalið var bygt, fór hann at arbeiða sum maskinmaður har. Her var nógv at gera. Læknin Heerup hevði altíð boð eftir honum. Hetta var eisini tí, at tey undir Kletti vóru millum tey fyrstu, sum høvdu telefon, nevniliga nr. 13. Tískil var tað skjótt, at tað gjørdist Júst, sum kom at koyra bilin.
Teir koyrdu millum annað túrar niðan á Sanatoriið. Tað kostaði 50 oyru fyri vaksin og 25 oyru fyri børn. Johannes hevði eina pappeskju við 25 oyrum undir seingini. Hetta var kortini ikki so bíligt, sum tað ljóðar í dag. 50 oyru var ein góð tímaløn tá í tíðini.
Føddur uttan hjúnarlag
Mamma Johannes æt Poulina. Hon var systir Onnu, konu Sam Olsen, og Olevinu, gift við Andreas Joensen undir Kletti. Andreas hevði í 1904 keypt húsini frá keypmanninum Hans Joensen.
Poulina fekk Johannes uttanfyri hjúnarlag. Hetta var ein slík skomm tá á døgum, at hon flutti niður og kom ikki aftur. Johannes var so eftir hjá mostrini Olevinu. Her kom hann at vaksa upp saman við systkinabørnunum Elisu, Oluffu og Nigga.
Mamman giftist niðri við einum telefonteknikara, Martinus Simonsen úr Ålborg. Tey fingu tvey børn saman, Knud Erik og Elking.
Tað hevur lítið verið at frætt frá teimum. Knud Erik var tó í Føroyum í 1999, tá ið hann fylti 70 ár.
Ulykkestilfælde
paa Hospitalet
Sámal á Kráksteini, verfaðir Johannes, greiðir í síni ævisøgu soleiðis frá umrøddu vanlukku:
Mandagen den 14de April 1924 skete en skrækkelig Ulykke, idet Montør Johannes Olsen, som i flere Aar har været forlovet med Lorenze, blev dræbt ved en Kedelexplosion i det nye Dronning Alexandrines Hospital. Han havde i flere Aar været Montør og Fører af Doktorbaaden Røde Kors, en smuk og lydløsgaaende Motorbaad, men opgav den Stilling for at være Maskinpasser ved det nylavede og, som det senere viste sig, usolidt lavede Maskineri ved det nye Hospital.
Efter sigende var Manometret heller ikke i Orden, idet det ikke viste den rigtige Dampspænding. Under sit Arbejde ved Dampkedlen exploderede denne, og han fik Hovedet knust.
Han var en ualmindelig godt begavet og intelligent ung Mand. Sammen med min Gudsøn Júst Sivertsen anskaffede han sig det første Automobil her paa Færøerne. Med denne Lastautomobil kørte de baade Tørv fra Heden og Varer m.m. inde i Byen, og tillige havde de den Søndage og Sommeraftener til Lystfart med Byens Folk udad Landeveje – navnlig Sanatorie- og Sundsvejen. Senere fik de en mindre Personbil, som bl.a. blev brugt til Patienters Transport til Hospitalet, og desuden til Postbefordring m.m.
I den blev Lorenze kørt herfra til Hospitalet efter, at Ulykken var sket, idet Samuels Hus “á Kág” var blevet saaledes ombygget, at der kunde køres forbi det ad “Kágabrekku”. Dette var dengang fornøjeligt lavet om, saa at Johs Olsen, som var den første Chauffør her paa Færøerne og uddannede sin Medejer Just S. til det samme, saa at han for det meste passede og kørte med Bilerne, da han selv tillige havde Doktobaaden at passe.
Hevði eisini grammofon
Johannes Død var os en stor Sorg. Hans livlige og elsværdige Væsen opmuntrede os hver Gang, han kom ind. Han havde blandt andet anskaffet en Grammofon, som han ofte havde staaende her hos os, og sidste Gang lod den afhente herfra kort før sin Død. “Den har jeg anskaffet mig til din Fornøjelse,” sagde han engang til Lorenze. Han havde en hel Mængde Plader, navnlig var Salmerne meget smukke. Ogsaa flere muntre Sange og nogle engelske, som f. Eks. “There is a long way to Tipperary” o.fl.
Lægen fortalte mig, at han lige før sin Død havde faaet for c. 100 kr. nye Plader og gik ind i sit Værelse med dem. Havde han blot givet sig Stunder til at prøve Dem, vilde han have undgaaet Ulykken.
Skiftið
Tann 5. juni sama ár var skiftifundur eftir Johannes. Mostir hansara Olevine Joensen møtti fyri mammuna, Pouline Sofie, sum var einasti arvingur.
Tað vísti seg, at Johannes var hampiliga væl fyri. Hann hevði onga skuld av týdningi, men átti helvtina í tveimum bilum. Størsti einstaki ognarlutur var grammofonin, sum við plátum var mett til kr. 110. Hann átti heilt fitt av innbúgvi og eisini av klæðum. Á bók átti Johannes kr. 1.700 kr., so við sínum fasta arbeiði skuldi hann verið væl førur fyri at giftast, sum eisini var ætlanin, tá ið hann doyði.
Lorensa reisti dreingi sínum ein flottan gravstein og sjálv giftist hon ikki. Ulla undir Kletti greiðir frá, at tað er henni fortalt, at Lorenza var javnan úti á kirkjugarðinum at vitja grøvina hjá drongi sínum. Hon plagdi at sita har á einum krakki og binda. Trúføst hevur hon verið.
Keldur:
Eirikur Lindenskov
Ulla undir Kletti
Oluffa í Gongini
Næstu ferð
Komandi partur verður um skiparan Anthon Jørgensen, sum átti tvær konur í gamla kirkjugarði