John Høj stjóri og virkisleiðari 80 ár

Bæði á tímiliga og andaliga økinum hevur John Høj víst nakrar sterkar síður. Altíð verið hóvligur í orð og tal, stillur, respekteraður, umhugsin, dugnaligur leiðari, góður í ráðum og undangongumaður í mongum lutum.

Á markinum millum Vág og Vágsheyg, kann John, saman við Fíu, sita í hugnaliga heimi teirra mitt í býnum, í einum umhvørvi, har hópin av hendingum eru farnar fram, og hyggja aftur á eitt gróðrar- og eydnuríkt lív við góðum børnum, abba- og børnum, langabba- og langommubørnum og eydnusomum familjulívi.


John er einkarsounur Jacob Adrian Høj, sum kom av Strondum og Ebbu, sum er fødd og uppald í bóndahúsinum, Innistovu, niðri í Vági.


Stóri áhugin hjá John til tilfeingið í havinum ger, at hann framvegis er á Árnafjarðarvík, saman við systkjunarbarninum Ejlev í Vági, setur og tekur upp hummararúsur, tá veðrið er til tað. Tolin, sum hann er og vitandi, at fiskivinnan er ójøvn, er sjálvsagt ymist sum dagarnir roynast.


Langa og virksama lívsleið hansara kom at verða litað av gjøgnumhugsaðum støðutakanum, at geva ráð, at hava gott, álítandi og eyðmjúkiligt samband við fjøld av arbeiðsfólki, eins væl og stjórar og nevnd í felagnum, hann kom at arbeiða fyri.


Lat beinanvegin verða nevnt, at ein av týdningarmiklu súlunum undir hepna lívi hansara hevur verið hansara andaliga skynsemi, umhugsni og at hann kom til trúgv á Harran, sum ungur. Hesin veruleiki varð við til at evna lív hansara til tað, hann hevur verið: stillur, respekteraður, umhugsin, hollur í ráðum, dugnaligur leiðari og undangongumaður í mongum lutum. – Stutt sagt ein hendinga álitsmaður!


Hann hevur í stóran mun tikið lut í arbeiðinum í Betesda, har hann frá ungum árum bæði hevur talað, verið sunnudagsskúlalærari, sungið í kórinum og verið hollur arbeiðsmaður og røktari í Gudsríkisins urtagarði.


Út í arbeiðslívið

Eftir lokið realprógv í 1946 fór John í handilin á Stongunum hjá Kjølbro, har kom hann at arbeiða undir Palla Marsteen (Havnarpalla). Í hesum umhvørvi lá eitt av stóru arbeiðsplássunum í landinum tá. Í 1949 kom hann á høvuðsskrivstovuna hjá Kjølbro.


Eftir tveimum árum har, bað Ewald Kjølbro, stjóri, hann ein dagin koma inn á skrivstovuna til sín. Ewald kendist álvarsamur. Leiðslan, saman við týska leiðaranum, Lammers, á hermetikkvirkinum, høvdu tá eygleitt John í eina tíð, og vóru samdir um, eftir skiftandi stjórar í fýra ár, var neyðugt at fáa “ein av okkara”, sum Ewald tók til, fyri at fáa ein betri kontinuitet, og teir í felag ivaðust ikki, eftir ráðum frá Lammers, at John Høj var rætti maðurin.


Hetta kom sanniliga eisini til sjóndar í verki í komandi árum. John gjørdist ein fongur fyri felagið, fyri Klaksvík og vinnuna á landi í samfelagnum og kom at verða nógv virdur millum líkar.


Her fekk John Høj sína útbúgving, samstundis sum fyritøkan bjóðaði seg til at rinda víðari útbúgving hansara í Noregi og lutvíst í Týskalandi.


Fekk størv bjóðað í útlondum

Hann gjørdist Kjølbro álítandi leiðari, og hóast hann fekk onnur og góð tilboð úr útlondum, eitt nú frá Espersen í Hirtshals, varð hann verandi í fyritøkuni øll árini. Hann “varð verandi í landinum”, sum skrivað stendur. Hann gjørdist leiðari á flakavirkinum í 1965, kom í nevndina fyri Kjølbrofyritøkuna og var trúgvur í verki.


Eisini kann skoytast uppí, at samstundis, sum hann var leiðri á flakavirkinum hjá JFK, keyptu hann og sonurin, Jógvan, flakavirkið í Árnafirði og gav tí navnið Norðurfisk. Her var brotið upp úr nýggjum, við royndum og serstøkum fiskavørum. Hetta var helst einasta, ella, eitt av heilt fáu virkjunum, sum hóðraði undan kreppuni í nítiárunum!


Fær góða familju

Í 1954 giftist John við Fíu, dóttir Jógvan Isaksen (Billu-Jógvan), ættaður úr Leirvík og Onnu, sum kom úr Uppistovu á Trøllanesi.


Hetta var heilt øðrvísi heimur hjá einum stillførum einkarbarni av Vágsheygnum, tí í húsinum úti í Brekkuni vóru tey ikki færri enn 7 systkin, 5 gentur og 2 dreingir. Har gekk prátið væl við livandi og einum spennandi orðaskiftið.


Fía hevur verið John ein góð kona við síni sjarmu og lættleika, sum eg haldi kom væl við hjá hesum stillføra drongi, fyri at siga, sum er, og hóast hon ikki altíð livir so væl, er nógv fólk komið har á gátt, og gestablídni hevur ígjøgnum tíðirnar eyðkent tey.


Fía og John fingu trý børn, Ebba, sum er gift við Jens Andreasen, búgva í Havnini, Jógvan, giftur við Sonju og Joan gift við Jan. Hesi bæði seinnu búgva í Klaksvík.

Her flokkast ommu- og abbabørn um tey og langommu- og abbabørn. Ein sunn og eydnurík familja, hevur hetta verið, har onkur hevur tikið við uppgávuni eftir John, bæði í annað og triðja lið í fiskivinnuni, har tey hava gjørt seg galdandi.


Hóast John nú fyllir 80, er hann dagliga áhugaður í gongdini í fyritøkuni Norðfra, sum Jógvan, sonurin, Ester abbadótturin og Allan maður hennara eiga.


Eingin ivi er um, at John fer at eiga sín týdningarmikla lut í søguni um fiskavirkisvinnuna bæði í Klaksvík og Árnafirði og í Norðoyggjum sum heild, har nýbrot hevur ligið honum á sinni.


John, tær verður ynskt hjartaliga tillukku við 80 ára føðingardegnum 25. november, og at signing Guds framvegis skal hvíla yvir tær, Fíu, og fjølskyldu tíni.


Tað hevur verið ein heiður at kent teg og ein gáva at kunna hava tosað við teg og av og á fingið ráð frá tær hóast vit eru ólíkir.


Bestu heilsanir 


Jógvan við Keldu við fjølskyldu