John hølvaði alt av

John Havn úr Klaksvík var nógv skjótari enn egnararnir úr Íslandi og Noregi, tá ið kappast varð um heimsmeistaraskapið leygardagin. 30 ára gamli klaksvíkingurin hevði ikki roknað við, at hann fór at vinna á føroyingunum, men hann hevði gott mót til heimsmeistaraskapið

John Havn úr Klaksvík gjørdist leygardagin heimsmeistari í egning. Tað hendi á Sjómannadegnum, har egnikappingin var eitt av høvuðstiltøkunum.
Kappingin var í tveimum, og fyrst skuldi føroyameistarin finnast. 16 mans vóru við í kappingini, og tað gjørdist John Havn úr Klaksvík, sum vann FM. Hann var væl skjótari enn hinir egnararnir og vann í tíðini 8:38,10. Hetta var sløk 50 sekund skjótari enn Niels Jákup Absalonsen av Viðareiði. Nummar trý gjørdist Kristian Dam úr Klaksvík við tíðini 9:26,23.

Vann eisini HM
Eftir at Føroya skjótasti egnari var funnin, skuldi kappast um heimsmeistaraskapið, og tveir egnarar, sum hava vunnið líknandi kappingar í Noregi og í Íslandi, vóru komnir til Klaksvíkar at taka dystin upp um HM.
Men útlendsku gestirnir høvdu ongan livandi kjans ímóti John Havn, sum var meira enn hálvan triðja minutt skjótari enn næstbesti egnarin, sum var David Petersen Liland úr Noregi. Einar Guðbjartsson úr Íslandi gjørdist nummar 3 við tíðini 12:19,03.

Hevði gott mót til HM
John Havn egnir dagliga hjá Kallanesi í Klaksvík.
 Eg engdi fyrstu ferð, tá ið eg var 9 ára gamal, og seinastu fýra árini havi eg egnt burturav, sigur hann.
 Ein kapping kann ikki lata seg gera uttan luttakarar, og eg fór við, tí eg varð biðin um at tekna meg til. Eg hevði ikki roknað við, at eg fór at vinna á føroyingunum, tí føroyingar egna rættiliga skjótt.
 Hinvegin ivaðist eg ikki í, at ein føroyingar fór at vinna heimsmeistaraskapið, tí føroyingar egna vanliga skjótari enn bæði íslendingar og norðmenn, sigur John Havn, sum hevur siglt við línuskipið saman við bæði norðmonnum og íslendingum.

Føroyingarnir vóru skjótir
Tíðirnar í heimsmeistarakappingini, sum bara var fyri tríggjar egnarar, vísti eisini, at føroyingar egna skjótt.
Flestu av føroyingunum høvdu klárað at vunnið HM, um teir tóku lut, men vegurin til HM var ígjøgnum FM, og har var John Havn tann stinnasti.
Fyrireikararnir av Sjómannadegnum í Klaksvík vilja eisini vera við, at John Havn setti heimsmet við tíðini í FM-kappingini.

-- ----


Føroyameistarakapping í egning

Nr. 01John Havn8:38,10
Nr. 02Niels Jákup Absalonsen9:26,23
Nr. 03Kristian Dam9:26,57
Nr. 04Tróndur Sivertsen9:27,11
Nr. 05Elmar Simonsen9:45,23
Nr. 06Kjartan Kjartanson9:50,10
Nr. 07Arnbjørn Fagraklett10:26,35
Nr. 08Martin Simonsen10:33,80
Nr. 09Símun í Heimistovu10:43,28
Nr. 10Gilbert Gullaksen10:46,06
Nr. 11Anfinn Hansen10:46,78
Nr. 12Hans Jakki Joensen11:02,17
Nr. 13Rógvi Simonsen11:21,51
Nr. 14Kári Vitalis11:31,83
Nr. 15Jóhan Hendrik Mohr11:36,31
Nr. 16Ólavur Jacobsen11:54,37


Heimsmeistarakappingin í egning

Nr. 01John Havn (FØR)8:47,16
Nr. 02David Petersen Liland (NOR)11:25,31
Nr. 03Einar Guðbjartsson (ÍSL)12:19,03

Heimsmet í egning
John Havn8:38,10