Gunnar isfeld, lesandi
Sjálvsagt ganga hesir flokkar ikki somu leið. Tó eru teir í samgongu, sum nokk má fatast sum eitt gott dømi um tolsemi – ja og tolni. Sjálvt um hesar dygdir ikki skulu vera tær einastu, sum halda einari samgongu saman.
John ger tað heilt greitt, at tað vóru Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin, sum valdu at taka undir við uppskotinum, um at lata amerikansk hernaðarflogfør treytaleyst flúgva yvir Føroyum. Somuleiðis ger John tað greitt, at Javnaðarflokkurin var størsti mótstandarin av hesum. Gott í tykkum javnaðarfólk. Men tá sótu tit jú í andstøðu. Sjálvur haldi eg tað vera eitt sindur átaluvert, at vit tjóðveldisfólk ikki talaðu harðari ímóti uppskotinum/loyvinum; men eg vil tilskriva hetta tann veruleika, sum tá var, at Tjóðveldisflokkurin sat í samgongu við, serliga, Fólkaflokkinum, og at hesir báðir samgonguflokkar tá høvdu trupulleikar nokk sum var í at “ganga saman”.
Eftir tí at døma, sum Hergeir Nielsen og Høgni Hoydal nú siga, so má tann relativa tøgnin í 2002 frá tjóðveldisfólki vitna um henda veruleika, at Tjóðveldisflokkurin ikki vildi elva til størri innanhýsis stríð í samgonguni. Men lat hetta ikki skilja okkum meira. Tit, javnaðarfólk, róptu harðast tá, og nú rópa tjóðveldisfólk harðast. Soleiðis er tað ofta við andstøðuflokkum. Lat okkum nú rópa saman – eisini sjálvstýrifólk og demokratiskar sálir í hinum flokkunum – heilt til Danmarkar og helst eisini til USA:
Vit góðtaka ikki píning og órættvísi og als ikki áhaldandi brot á mannarættindi og brot á demokratiskan hugburð yvirhøvur. Og tað er vorðið sum hyklarí, tá høvuðstjóðin aftanfyri Irak-krígnum, USA, júst talar fyri at demokratisera hetta stakkals Irak.
Men hetta góðtekur “okkara” samgonga.