- Lækka vit avgjaldið á luktilsi, fara inntøkurnar hjá landskassanum at hækka kortini.
Tað ivast Anfinn Kallsberg ikki í.
Sum tað sæst á greinini omanfyri, er John Johannessen rættiliga óður inn á samgonguna fyri ætlanina um at lækka avgjøldini á luktilsi og á lampum.
Og hann leggur serliga Fólkaflokkin undir at ganga á odda at fáa hesi avgjøldini lækkað.
Men tað var Anfinn Kallsberg ikki keddur av at fáa ábyrgdina fyri.
Formaður fólkafloksins helt, at tað, sum feilar John Johannessen, er, at hann hevði ikki hugflog til at síggja perspektivini í at lækka avgjøldini á luktilsi.
- Veruleikin er jú tann, at lækka vit avgjaldið, kemur meiri peningur í kassan, tí fólk fara at keypa meiri. Tá ið vit lækkaðu avgjøldini á sjónvarpstólum, kom kortini nógv meiri í landskassan, tí fólk fóru at keypa meir
Hann vísti eisini á, at nógv tað mesta, sum føroyingar keypa av luktilsi, verður keypt uttanlands ella tollfrítt í flogfari ella skipi.
- Tað kemur ikki eitt oyra í landskassan.
Anfinn Kallsberg sigur, at verður avgjaldið á luktilsi lækkað, kunnu vit fáa ein dynamikk og ein handil í Føroyum av hesum vørum og hann var sannførdur um, at endin verður, at landskassin fer at fáa nógvar ferðir meir í landskassan, hóast avgjaldið lækkar.
Í løtuni fer landskassin fýra milliónir í inntøkum av avgjaldið upp á luktilsi.
Verður avgjaldið lækkað, fer inntøkan at fýrafaldast, er hann vísur í.
Hann helt eisini, at tað var nógv fyri at hoyra John Johannessen tosa um alheimsgerð, samstundis sum hann ikki so mikið sum at klárar at hugsa hendan tankan.
Les eisini greinina: Vilja heldur hava bíligari luktilsi enn hægri pensjónir.