Hóast kanningarnar ikki geva John McCain teir stóru møguleikarnar at vinna í morgin, ger hann eina seinastu roynd í dag, tá hann vitjar ikki færri enn sjey statir Fyrsti steðgurin er í Tampa í Florida. Haðani gongur leiðin til Blountville í Tennessee og síðani til Moon Township í Pennsylvania. Eftir ein veljarafund har skal McCain til statin Indiana, síðani til New Mexico, haðani leiðin liggur til Prescott í statinum Arizona.
Tann sjeynda statin vitjar McCain fyrrapartin í morgin, tá hann fer til Colorado.
Sambært AP-tíðindastovuni er tað ein spurningur, um nakað forsetavalevni fyrr hevur vitjað sjey statir í einum samdøgri. Men tann 71 ára gamli McCain tekur í hvussu er spurtin í álvara.