John Petersen fer til Schweiz

Fótbóltur: Skálamaðurin í B36, John Petersen, fer í næstum til Schweiz, har hann skal royna seg á einum 2. deildarliði

Í løtuni ger hann mest um seg á hondbóltsliðnum hjá StÍF, men tey, sum fylgja við, munnu vita, at John Petersen eisini telist millum okkara frægastu fótbóltsspælarar.

Skálamaðurin, sum seinastu tvey árini hevur spælt við B36, og sum fyrr eisini hevur spælt við GÍ og B68, fer eftir ársskiftið til Schweiz, har hann skal royna seg á einum 2. deildarliði.

Hetta er eitt felag, sum eitur Yverdon, og sum liggur okkurt um ein tíma frá meira kenda býnum Geneve.

Liðið spælir sum sagt í 2. deild, men teir satsa upp á uppflyting, og eftirsum kappingin í Schweiz er skipað á tann hátt, at rættiliga nógv lið flyta upp og niður, skuldi góður møguleiki verið fyri, at liðið fer at vinna sær pláss í bestu deildini.

John Petersen skal í fyrstu atløgu niður til Schweiz í eina viku, og um hann stendur seg væl har, skal hann við liðnum á venjingarlegu í Marokko stutt seinni.

Yverdon ætlar at leiga John Petersen frá B36 í eitt hálvt ár fyri fyrst, og um báðir partar eru nøgdir við hetta hálva árið, eru góð líkindi fyri, at ein sáttmáli verður gjørdur.


Schweiz í aldudali

Schweiziskur fótbóltur er ikki millum teir mest frammarlagu í Europa. Landsliðið stóð seg væl fyri nøkrum árum síðani, tá bretin Roy Hodgson var venjari, og teir rukku 2. umfar av HM-endaspælinum í USA í 1994. Tvey ár seinni var Schweiz eisini við í EM-endaspælinum í Onglandi, men her gekk ikki so væl, og liðið úr Alpunum megnaði ikki at spæla seg til HM í Fraklandi í summar. Fremsta orsøkin til, at tað ikki hevur gingið so væl í seinastuni, sigst vera, at landsliðið ongantíð er komið fyri seg eftir missin av Hodgson, sum gjørdi tað áhugavert at spæla á schweiziska landsliðnum.

Á felagsstøði er tað Grasshoppers úr Zürich, sum er fremsta liðið. Men eisini her er fótbólturin í einum lítlum aldudali, og fyri kortum fekk venjarin hjá Grasshoppers sekkin, tí liðið ikki kláraði at koma við í pengasterku Champions League í ár.

Tað hevur ikki verið so nógv samband millum føroyskan og schweiziskan fótbólt upp gjøgnum árini, men fyri nøkrum árum síðani spældi HB í intertoto-kappingini móti schweiziska liðnum Aarau, og har var stórur munur á.