Johnny í Grótinum tikið prógv sum búskaparfrøðingur

26. juni 2003 tók Johnny í Grótinum í Havn prógv sum búskaparfrøðingur (cand.polit) á Københavns Universitet

Serritgerðin útgreinaði tilfeingisbúskaparligar spurningar í einum talgildum búskaparmynduli
fyri Føroyar. Ritgerðin er innstillað til ein prís á Økonomisk
Institut, nevndur Zeuthen prísurin. Johnny er 27 ára gamal og
klakvíkingur, sonur Karin, f. Rasmussen, og Magna Jacobsen í Klaksvík.
Eftir at hann hevði tikið studentsprógv á Kambsdali og eitt ára lestur
í stjórnmálafrøði og búskapi á University of Aberdeen, fór hann til
Danmarkar at lesa búskaparfrøði. Meðan hann tók fyrra part av
útbúgvingini, arbeiddi hann í Danmarks Nationalbank í tvey ár, og
meðan hann tók seinna partin av útbúgvini, arbeiddi hann í Føroya
Banka. Síðan 15. apríl 2003 hevur hann starvast sum fulltrúi á
Hagstovu Føroya, har hann arbeiðir við arbeiðsmarknaðarhagtølum.
Johnny er giftur við Duritu, f. Simonsen, dóttir Margrethu, f.
Toftenes, og Høgna Simonsen í Havn. Durita og Johnny eiga dóttrina
Rebekku.