Johnny skal eygleiða búskapin

? Eg eri eitt óskrivað blað, og tað kann vera ein fyrimunur hjá mær, sigur 29 ára gamli Johnny í Grótinum, sum er nýggjur formaður í Búskaparráðnum. Hann veit, at sessurin kann gerast heitur, men hann er til reiðar at royna seg

Tað verður ein 29 ára gamal búskaparfrøðingur úr Klaksvík, sum næstu árini skal verða formaður fyri Búskaparráðið.
Johnny í Grótinum, sum starvast á fíggjardeildini hjá Føroya Sparikassa, hevur fingið álitissessin, eftir at Hermann Oskarsson meldaði pass eftir tænastu í fleiri ár.
? Eg eri eitt óskrivað blað, og tað kann vera ein fyrimunur hjá mær. Men hinvegin havi eg ikki so drúgvar royndir, og kanska heldur ikki so harða húð sum undanmaðurin, men eg ætli mær at gera mítt besta, sigur Johnny í Grótinum.
Hann ásannar, at sessurin sum formaður í Búskaparráðnum kann verða heitur, og at tað tí verður ein stór avbjóðing fyri hann at sita í hesum sessi.

Útbúgving og arbeiði
Útbúgvingin sum búskaparfrøðingur og royndirnar av arbeiðsplássum sum Nationalbankanum, Danmarks Statistik, Føroya Banka, Hagstovuni og Føroya Sparikassa hava fingið landsstýrismannin við fíggjarmálum at velja Johnny í Grótinum í Búskaparráðið.
Og á fyrsta fundi í ráðnum skipaði ráðið seg við Johnny í Grótinum sum formanni.
Umframt hann manna eisini Una Joensen og Óli Samró formansskapin í Búskaparráðnum, og afturat teimum eru eisini Gunvør Balle, Anna Kass, Poul Gert Hansen og Magni Laksáfoss í Búskaparráðnum. Skrivari er Jóannes Jakobsen.
? Vit hava ikki enn lagt í fasta rammu, hvussu arbeiðsgongdin hjá okkum verður, men helst verður tað soleiðis, at vit fara at hava regluligar fundir, og at stór arbeiðsbyrða framhaldandi fer at liggja á skrivaranum hjá ráðnum, sigur Johnny í Grótinum.

Stór ætlan undir sjóneykuna
Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við føroyska búskapinum og taka viðkomandi tættir til viðgerðar og koma við tilmælum til landsins leiðslu. Ráðið er í prinsippinum óheft av bæði politiska myndugleikanum og av vinnulívinum.
Seinnu árini er ein frágreiðing komin frá Búskaparráðnum um árið, men okkurt árið komu tvær frágreiðingar ? ein um várið og ein um heystið.
? Vit hava ikki enn lagt okkum á nøkur ávís evni at viðgera, men eitt evni, sum kundi verið upplagt, er ætlanin hjá landsstýrinum um, at Føroyar skuldu vera heimsins besta land í 2015. Tað kundu vit viðgjørt búskaparliga, sigur Johnny í Grótinum

Altjóðagerðing krevjandi
Nýggir formaðurin í Búskaparráðnum heldur, at altjóðagerðingin fer at krevja nógv av føroyska samfelagnum.
? Tað eru bæði møguleikar og avbjóðingar í altjóðagerðingini, og ofta síggja vit fyrst avbjóðingarnar. Men eitt lítil búskapur sum tað føroyski kann eisini fáa nógvar fyrimunir í eini altjóðagerðing. Bíligari vørur og tænastur uttan úr heimi og útlendskar íløgur kunnu lyfta okkara vælferð, heldur Johnny í Grótinum.
? Men altjóðagerðingin fer eisini at krevja nógv av okkum. Vit mugu upp í eitt hægri gear við útbúgving og gransking, og altjóðagerðingin kann hava eina pínufulla tillaging við sær. Vit kunnu ikki halda fram bara at gera tað, sum vit altíð hava gjørt, sigur hann.



Blá bók

Johnny í Grótinum er 29 ára gamal og úr Klaksvík.

Hann hevur lisið búskaparfrøði í Keypmannahavn og arbeiddi við síðuna av lesnaðinum hjá Nationalbankanum í tvey ár og hjá Danmarks Statistik.

Hann flutti heimaftur til Føroya í 2001 og hevur síðani starvast í Føroya Banka, á Hagstovu Føroya og nú á fíggjardeildini í Føroya Sparikassa.

Hann er giftur við Duritu, og tey eiga tvey børn. Tey búgva í Havn.