Allir føroyingar halda seg kenna Johnsigurd - í hvussu so er eitt sindur - tí í tveimum av trimum vikum er hann fýra kvøld hvørja viku gestur í stovuni hjá teimum flestu. Tað er hann sum vertur í Dagur og viku.
Johnsigurd er havnarmaður. Hann er føddur í høvuðsstaðnum, og hann hevur búð í Havnini so at siga alla sína tíð. Mamman var Hansina fødd Rasmussen. Hon var ættað av Strondum og fødd 8. august 1921. Hon doyði 15. apríl í 2000, 78 ára gomul. Pápin var Jóan Petur Johannesen, sum var ættaður úr Leirvík. Hann var føddur í 15. november 1911 og doyði 17. mai 1980, 68 ára gamal.
Hansina og Jóan Petur ella Piddi, sum hann varð nevndur, vóru í fleiri ár fyristøðufólk á Sjómansheiminum í Havnini. Piddi á Sjómansheiminum varð pápin kallaður. Tey fingu tvey børn - Kirsten Hansen, sum býr í Havnini og so Johnsigurd, sum nógvu av barnaárunum búði á Sjómansheiminum.
Journalistikkur hevur altíð átt ógvuliga stórt pláss hjá Johnsigurdi, og tað var rættuliga tíðliga, at hann var greiður yvir, at arbeiðslívið skuldi hava við tíðindi og journalistikk at gera. Sum smádrongur skrivaði hann skúlablað og spældi útvarp við bandupptakara.
Fjølmiðlarnir hava upptikið alt arbeiðslívið, og Johnsigurd plagar at siga, at journalistikkurin og tað at arbeiða við tíðindum er ein lívsstílur og harvið ein trongd støðugt at fylgja við og at varpa øðrum tíðindi. Tað er ikki bara í arbeiðstíðini, men eisini í frítíðini at tað snýr seg nógv um útvarp, sjónvarp og bløð, og Johnsigurd hevur kallað seg sjálvan fyri tíðindanarkoman!
Meðan Johnsigurd gekk í realskúla, falsaði hann saman við vinmanni Sosialin, sum tá kom út tvær ferðir um vikuna og í so lítlum síðutali og upplagi, at tað bar til at taka ørkini úr einføldu prentmaskinuni og leggja saman ella at falsa og síðani at leggja inn í og bukka blaðið.
Tá ið skúlin var liðugur í 1972, hildu vinmenninir báðir fram at falsa Sosialin, og harafturat fingu teir høvi at royna seg sum tíðindamenn.
Á heysti í 1973 fór Johnsigurd á journalistháskúlan í Århus. Málið var fýra ára langa journalistútbúgvingin, men eftir átta mánaðir í danska provinshøvuðsstaðnum stakk Johnsigurd í sekkin og fór aftur á Sosialin. Hann var væl yngri enn flestu av donsku floksfeløgunum. Hann helt seg vera ov ungan og ætlaði sær seinni at royna aftur í Århus. Men ætlanin gjørdist ongantíð til veruleika. Johnsigurd fekk so at siga sjálvlærda útbúgving í føroyska fjølmiðlaheiminum, sum hann framvegis eigur sentralan leiklut í.
Nógv lív var í Dagblaðnum seinnapartin av sjeyti árunum, meðan tað gekk meiri striltið hjá Sosialinum. Tí var tað einki at siga til, at Johnsigurd fyrst í 1977 flutti á Dagblaðið at arbeiða. Har var hann í tvey ár, og so skifti hann til luftbornu miðlarnar. Hann var í Útvarpinum fram til í desember í 1985, og í síðstu viku hevði Johnsigurd 20 ára starvsdag í Sjónvarpi Føroya.
Í Útvarpinum dámdi honum væl. Ikki minst avbjóðingina at sleppa í luftina beinanvegin og fleiri ferðir dagliga. Í Sjónvarpinum hevur Johnsigurd mest sum bara verið knýttur at Degi og viku. Saman við eitt nú Finnboga Ísaksyni, sála, Árna Gregersen og Jógvani Jespersen var hann saman við ídnum og nærløgdum teknikarum og øðrum tíðindamonnum við til at menna tíðindasendingina í Sjónvarpinum.
Eitt skifti var hann programmleiðari, men síðani 1995 hevur hann framum nakran annan verið andlitið hjá Degi og viku og eisini tryggur vertur í eitt nú valsendingum og t. d. tá ið Sjónvarpið hevur havt beinleiðis frásøgnir frá drotningavitjanum og frá skrúðgonguni, gudstænastuni og tingfundinum ólavsøkudag.
Johnsigurd er professionellur, og lyklaorðið er fyrireiking. Einki verður latið tilvildini at gera av, og hann er altíð væl inni í tí, sum hann fæst við. Arbeiðsfelagarnir geva honum gott skoðsmál - bæði fakliga og sum arbeiðsfelagi.
Í stóra fjórðingsøld hevur Johnsigurd verið giftur Siggu Holm, sum eisini er ættað úr Havnini. Hon arbeiðir á Tjaldurs Apoteki. Tey eiga tríggjar dreingir. Páll Holm Johannesen, sum er føddur í 1980, og sum hevur roynt seg sum tíðindamann á Sosialinum. Nú lesur hann í Aalborg. Kári Holm Johannesen, sum er føddur í 1986, gongur í Hoydølum, og Uni Holm Johannesen, sum er føddur í 1990, gongur í 9. flokki í Kommunuskúlanum. Teir báðir yngru búgva heima hjá foreldrunum, sum eiga hugnaligt heim á Ovara Ternuryggi.
Johnsigurd er sera hugnaligur maður, og hann hevur stóra vitan um og innlit í samfelagsviðurskifti. Hann heldur seg vera smædnan av lyndi, men í kendum umhvørvi kann hann folda seg út og undirhalda. Tá ið V4 sendingarnar hjá Útvarpinum vóru upp á tað besta, royndi Johnsigurd seg viðhvørt sum hermari, og tað lá væl fyri. Men henda partin av lívinum heldur hann hoyra aðrari tíð til enn nútíðini. Honum dámar væl at lesa politiskar ævisøgur og bøkur um journalistikk, og hann gongur túrar í og kring Havnina. Hevur Johnsigurd frí í nakrar dagar, so kemur tað meiri enn so fyri, at hann støkkur inn á gólvið á Landsbókasavninum at lesa útlendsku bløðini!
Føðingardagin heldur Johnsigurd saman við starvsfeløgunum og sínum næstu.J