Jól í Handilsmiðdeplinum í Runavík

Í Handilsmiðdeplinum í Runavík eru 47 handlar

Fert tú ein túr í býin í Runavík, finnur tú eitt av landsins størsta og mest fjølbroytta úrval av klæðum, prýði og ymiskum øðrum. Í Handilsmiðdeplinum í Runavík eru 47 handlar limir, eisini eru aðrir handlar sum ikki eru limir. Eitt ið er sera umráðandi fyri samstarvið er at sjálvt um handlarnir kappast, so stuðla teir eisini hvørjum øðrum. Hetta gera teir við til dømis at hava opið samtíðis. Nú tað stundar til jóla hava handlarnir í Handilsmiðdeplinum avgjørt at hava opið eitt sindur annarleiðis enn vanligt hevur verið. Jólaaftan verður stongt, men ístaðin verður opið til kl. 22.00 Tollaksmessudag. Hetta verður gjørt serliga fyri arbeiðsfólkið, sum annars ikki sleppur heim fyrr enn seint út á seinnapartin. Til jóla hava handlarnir opið soleiðis:


Fríggjadagin til kl. 20.00

Leygardagin til kl . 20.00

Sunnudagin frá kl. 15.00 til kl. 20.00

Mánadagin til kl. 20.00

Týsdagin til kl. 22.00

Jólaaftan er stongt


Handilsmiðdepilin ynskir øllum viðskiftafólki eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.