- Vit mistu okkara fyrstu dóttir jólaaftan fyri átta árum síðan. Tí brúka vit eisini jólaaftan til at minnast hana, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen. Mynd: Faroephoto/ Ólavur Frederiksen

Jólaaftan er eisini ein sorgfullur dagur

- Eg vóni ikki, at tað aftur verður korona, eg serliga fari at minnast afturá í endanum av 2022, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og ph.d. lesandi.

 

- Vit mistu okkara fyrstu dóttir jólaaftan fyri átta árum síðan. Tí brúka vit eisini jólaaftan til at minnast hana, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen. Mynd: Faroephoto/ Ólavur Frederiksen

Á Vísindavøkuni í Kongshøll í heyst fekk Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og ph.d. lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, ársins miðlaheiðursløn. Heiðurslønina fekk hann fyri sítt áhaldandi arbeiði og kunning í sambandi við koronufarsóttina.     

 

- Heimsfarsóttin verður ikki liðug, fyrr enn øll lond í heiminum hava atgongd til koppingarevni. Vit eiga at tryggja, at eisini tey lond, sum í dag ikki hava atgongd til koppingarevni, fáa tað, bæði teirra vegna, men eisini fyri okkara skyld.

 

Soleiðis segði læknin, tá hann tók ímóti heiðurslønini á 5000 krónur, ið hann læt víðari til sonevnda Covax-samstarvið, sum kann brúka peningin til koppsetingar í londum, har koppseting enn vantar.   

 

Men, hvussu fer so Marnar Fríðheim Kristiansen at halda jól, nú jólahøgtíðin stundar til?

 

- Vit halda jólaaftan heima hjá mammu og pápa á Skála í ár. Her verða vit øll fimm systkini við familjum, 17 fólk tilsamans, sigur hann og vísir á, at hinar jóladagarnar verða tey saman við familjuni hjá konuni, og eisini heima hjá teimum sjálvum.

 

- Nei, tað er ikki nógv, eg ynski mær sjálvum í jólagávu. Men, tað er altíð stuttligt at síggja, hvussu spent børnini eru, tá tey fáa sínar gávur. Tað gleði eg meg til, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Jólini hava ógvuliga nógv at siga fyri okkum. Vit elska samveruna við familjuni, hugnan, sangin og matin, sigur hann og leggur aftrat, at stóra fokusið á gávur og materialismu skjótt kann gerast ov nógv um jólini. 

 

- Men, vit royna heldur at fokusera upp á tað hugnaliga við jólunum og minnast, hví vit øll halda jól. 

Marnar Fríðheim Kristiansen ásannar, at jólaaftan eisini er ein sorgfullur dagur hjá familjuni.

- Vit mistu okkara fyrstu dóttir jólaaftan fyri átta árum síðan. Tí brúka vit eisini jólaaftan til at minnast hana, samstundis sum vit royna at gleðast saman við børnunum um alt tað stuttliga og hugnaliga á jólum.  

 

Er okkurt hent í árinum, sum Marnar Fríðheim Kristiansen minnist serliga væl? 

- Korona hevur aftur í ár fylt ógvuliga nógv, alt ov nógv. Koronukoppsetingarnar blívu rullaðar út. Vit fingu delta-variantin, og nú eisini omikron-variantin.

Hann vísir á, at síðan oktober hava Føroyar havt sítt størsta útbrot higartil, sum ikki sær út til at hæsa av enn. 

- Vónandi verður ikki neyðugt at hugsa um at avmarka okkara sosialu samveru á jólum næsta ár. Eg vóni í øllum førum ikki, at tað aftur verður korona, eg serliga fari at minnast afturá í endanum av 2022, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og ph.d. lesandi.

 

 


 

 

 

 

- Vit mistu okkara fyrstu dóttir jólaaftan fyri átta árum síðan. Tí brúka vit eisini jólaaftan til at minnast hana, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen. Mynd: Faroephoto/ Ólavur Frederiksen