Jólabygdin tendrar í annaðkvøld

Røður verða hildnar kring um í Runavíkar kommunu, og Nes sóknar Musikkfelag fer at luttaka.

Nú tað stundar til jóla, og jólatrø og jólabygd eru og verða tendrað í Runavíkar kommunu, verður eisini skipað fyri fleiri haldum kring um í bygdunum í kommunun.

 

Lagt varð fyri í Runavík fríggjakvøldið hin 29. november, har Meinhard Bjartalíð, prestur, helt røðu, Kór Glyvra kirkju sang, og skótar bjóðaðu kakao og bollar.

 

Á Skála verður jólatræið tendrað í kvøld klokkan 18.30, og her verður tað Jens Bech, sum fer at halda røðu. Eftir haldið bjóðar Missiónshúsið kakao og bollar.

 

Sunnudagin hin 1. desember kemur túrurin til Oyndarfjarðar. Her verður haldið klokkan 15, og tað verður Torbjørn Jacobsen, býráðslimur, sum fer at halda røðu.

 

Funningsfjørður stendur eisini fyri tørni sunnudagin hin 1. desember klokkan 16, har Ann Karin Kjeld fer at lesa jólaevangeliið.

 

Torbjørn Jacobsen, sum heldur røðu í Oyndarfirði hin 1. desember klokkan 15, fer aftur at halda røðu við haldið í Funningi sama dag klokkan 17.

 

Sunnudagin hin 1. desember hendir rættiliga nógv, og tá tendrar eisini jólabygdin Æðuvík. Hetta tiltak byrjar klokkan 19, og tað verður Dia Midjord, kringvarpsstjóri, sum fer at halda røðu.

 

Runavíkar kommuna sigur, at Nes sóknar Musikkfelag fer at luttaka og spæla til øll hesi nevndu jólatiltøk.