Jólakafé: Bind fyri friði við hugna og tónleiki

Fríggjadagin 6. Desembur verður ein Jólakafé, har okur fara at bina eina Friðardúgvu, skrivar vagur.fo.

 

Tað er Reyði krossur í Danmark og Arbejdermuseet, sum saman við Frejas knit, hava gjørt eina bindiuppskirft uppá eina dúgvu. Dúgvan er ca 20 cm, og kann bindast úr tógvrestum. Tað fara uml10- 30 gr tógv til eina dúgvu.

 

Dúgvan kann t.d. hanga til pynt, og verða við til at spjaða ynski um friðarboðskapin.

 

At hava við: hvítt tógv, stokkar nr 4, evt eina heklinál og nál.

 

Randi, frá Faroe knit, luttekur eisini og hjálpur við at vegleiða um tørvur er á tí.

 

Okur bjóða ein drekkamunn og rísalamang afturvið. Hjalmar & Dagfinn vitja kl 17.00 og hugna um løtuna við tónleiki, skrivar vagur.fo.

 

Stað: Kafeiin á Gørðunum

 

Tíð: 6. desembur, frá kl 15-18

 

Tiltakið er ókeypis. Tað er Reyði krossur í Vági og Miðlatún sum skipa fyri.