TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við framherjan hjá FC Suðuroy, Jón Krosslá Poulsen, sum skeyt reint hattrick í dag, tá FC Suðuroy vann heili 5-2 á ÍF vesturi á Eiðinum í Vági.
Jón er ovurfegin um, at FC Suðuroy fann stríðsviljan fram, tá myrkast sá út. Í steðginum var FC Suðuroy eitt lið, sum skuldi tungu gongdina niður í 1. deild. Tá var ÍF á odda við 2-1, aftaná eitt skiftið at hava verið á odda 2-0. Men við einum góðum stríðsvilja hjá einum tendraðum liði eydnaðist tað FC Suðuroy at halda skútini uppi.
Endaliga bjargingin krevur tó, at AB tapir ímóti NSÍ á Argjum, og FC Suðuroy vinnur á HB í Havn. Hetta heldur Jón Krosslá Poulsen avgjørt verða møguligt, og teir fara eftir tí møguleikanum, og so má tað bera ella bresta.