Jona Henriksen 80 ár

Sunnudagin 4. januar verður Jona Henriksen 80 ár. Hon var í mong ár almennur persónur, bæði í borgarliga starvi sínum sum skrivari í KFUK í Havnini og sum politikari.

Jona er dóttur Andreu Elisabeth, fødd Mouritsen, og Johan Paula Andreas ella Palla Henriksen, sum hann varð nevndur. Palli var frammarlaga í Javnaðarflokkinum. Hann var bæði býráðslimur og tingmaður. Á tingi var hann 1939?1945 og 1950?1954, og hann var býráðslimur í mong ár. Formaður var hann 1944?1948 og 1952?1957.
Tá ið Jona var runnin av hesi rótini, var tað kanska ikki so púra óvæntað, at hon var millum fyrstu konufólkini, sum bjóðaðu seg fram og vórðu vald til politiskar álitissessir.
Jona leyk málsligt studentsprógv í 1946. Hon tók útbúgving í Føroya Banka, har hon arbeiddi 1950?1967, og síðani var hon KFUK skrivari fram til 1997.
Jona var limur í Tórshanvar býráð fyri Javnaðarflokkin 1969?1972. Tiltikið var tað, at tá ið nevndirnar skuldu mannast og skipast, so vildi hon verða roknað sum allir hinir starvsfelagarnir, ið allir vóru mannfólk. Tað vil siga, at hon vildi ikki bara taka til takkar við sessum í sosialu nevnd og mentanevndini, sum hinir ivaleyst mundu rokna at vera teir einastu, sum kvinnuligi býráðslimurin mundi vera skikkaður til. Hon vildi eisini verða limur í teknisku nevnd.
Á løgtingsvalinum í 1974 fekk Jona Henriksen næstflestar atkvøður á javnaðarlistanum í Suðurstreymoyar valdømi. Jacob Lindenskov fekk flestar atkvøður. Hann hevið verið landsstýrismaður síðani í november í 1968, og tá ið hann helt fram í tí sessinum, kom Jona Henriksen í tingið fyri hann. Malla Samuelsen hevði í heilt stutt skifti undir sjálvstýrislandsstýrinum verið avloysari hjá Mariusi Johannesen, sum var tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í Suðurstreymi. Annars var Jona fyrsta kvinna, sum var á tingi. Í 1978 fekk Javnaðarflokkurin tveir tingmenn í Suðurstreymi. Tá vóru Jacob og Jona vald. Saman við Karini Kjølbro, sum varð vald á tjóðveldislistanum í Suðurstreymi í 1978, var Jona fyrsta kvinna, sum varð vald á ting. Hon var á tingi inntil 1980.
Jona hevur verið limur í Føroya Kirkjustjórn, Føroya Skúlastjórn, Útvarpsnevndini og eisini í stýrinum fyri Landssjúkrahúsið.
Samstundis sum hon var skrivari í KFUK var Jona Henriksen í mong ár leiðari hjá KFUK skótunum.