Jónas og Heðin: Pápi okkara legði nógva orku í AB

Í 40 ára søguni hjá AB er ein lyklapersónur, sum gjørdi eitt risaarbeiðið fyri at fáa AB úr 4. deild og upp í ovastu fótbóltsdeildina. Talan er um Tórálv Stenberg, sála, sum fyri mong var ímyndin av AB.

 

Í dag er sonurin, Jónas liðskipari á besta liðnum hjá AB, og ein annar sonur, Heðin er partur av effodeildshópinum hjá AB. Teir undirstrika báðir, at uttan alt arbeiðið, og alla ta orku, og alt tað arbeiðið, sum pápi teirra hevði lagt í AB, og sum pápi teirra legði í teir, so høvdu teir neyvan verið komnir so langt, sum fótbóltsspælarar.

 

Heimið hjá Tòrálvi var bert fáar metrar frá AB-húsinum og fótbóltsvøllinum á Argjum, og gjørdist AB-húsið annað heimið hjá Jónasi og Heðini, tá teir vuksu upp.

 

Í ljóðbrotinum undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Jónas og Heðin Stenberg. Í samrøðuni fortelja teir um pápa teirra, sum spældi ein so avgerandi lut í søguni hjá AB. Ì samrøðuni verður eisini nomið við gongdina hjá AB í dag.