Jónas og Leivur fingu fyrsta sigurin - Teis og Peter Krogh vunnu eisini

Tað gjørdist ein góður dagur hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag

Tvey føroyingalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í dag.

 

Tað eydnaðist Jónasi G. Djurhuus, Leivi Mortensen og liðfeløgunum í FIF at vinna fyrsta dystin hetta kappingarárið.

 

FIF tók á heimavølli móti Rækker Møller og vann greiðan 34-25 sigur. Í fyrra hálvleiki leikaði tað meira javnt á.  Í steðginum var FIF á odda 15-13.

 

Tað gekk framúr hjá Jónasi og Leivi, ið báðir skutu seks mál hvør. Toppskjútti hjá FIF gjørdist Mads Vejby við sjey málum.

 

FIF er nummar 11 í deildini við trimum stigum fyri fýra dystir.

 

Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh vunnu saman við liðfeløgunum í HC Aarhus 32-28 á Køge á útivølli. Í steðginum var HC Aarhus á odda 16-13.

 

Teis skoraði fýra mál.

 

Aarhus er nummar fýra í deildini við fimm stigum fyri fýra dystir.