Jónas Stenberg er varin optimist

Liðskiparin hjá AB, Jónas Stenberg er við gott mót, áðrenn dystin hjá AB ímóti 07 Vestur á Argjum í kvøld. Jónas Stenberg er tó ein varin optimist, og hann viðgongur, at tað er harmiligt at skula verða Dion Splidt fyri uttan til dystin í kvøld.

 

Liðskiparin hjá AB undirstrikar, at sjálvt um AB er favorittur á pappírinum, so er talan um eina torføra uppgávu í kvøld.

 

Undir myndini er ein ljóðsamrøða við Jónas Stenberg um dystin á Argjum í kvøld.