Jónvør verður dygdarmennari í Nánd

Saman við hinum starvsfólkunum í Nánd kemur hon eitt nú at menna tænasturnar, gera kunnandi tilfar, dagføra og íverkseta mannagongdir og menningarætlanir.

Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur og master í geriatriskari sjúkrarøkt, er sett sum dygdarmennari í Nánd, sum er eldrasamstarvið millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

 

Hon hevur starvast í eldraøkinum hjá Tórshavnar kommunu í fleiri ár, eitt nú sum dygdarmennari. Seinastu árini hevur hon starvast sum aðalskrivari hjá MEGD.

 

Jónvør byrjar í nýggja starvinum hin 1. apríl 2022 og kemur saman við hinum starvsfólkunum í Nánd eitt nú at menna tænasturnar, gera kunnandi tilfar, dagføra og íverkseta mannagongdir og menningarætlanir.

 

Saman við hinum starvsfólkunum skal hon eisini verða við til at tryggja, at fakligir standardir, leiðreglur og lógir verða fylgd.

 

Jónvør Christiansen er ættað úr Leirvík og býr í Havn.

 

- Hon gleðir seg at koma í starv í Nánd og soleiðis eisini koma nærri heimbygdini. Vit bjóða henni vælkomnari í toymið, siga tey eldrasamstarvinum Nánd.