Í dag klokkan 12 letur fyrsta ? burturav - heilsugóða kafein upp í Føroyum Talan er um Josie´s Juice Bar, sum heldur til Yviri við Strond í Havn í kjallaranum hjá Yndi. Á matarkortinum hjá Josie´s Juice Bar skalt tú leita leingi eftir mati og drykkjuvørum, sum ikki er soltin, fibur? og føðsluríkur.
- Fólk hava sjáldan verið so tilvitað um at eta rætt, venja og liva sunt sum í dag. Samstundis vita vit, at trupulleikin við ovurfita hevur ongantíð verið so stórur sum júst nú. Kafein skal eggja fólki til at liva sunnari og eta rætt. Vit stremba eftir at hava feskar og nýggjar vørur, sum allar eru soltnar og fiburríkar, sigur Snorri Patursson, dagligur leiðari á Josie´s Juice Bar.
Stórur dentur er lagdur á, at fakliga grundstøðið á øllum rættunum og drykkjuvørunum er í lagi. Snorri Patursson hevur fakligan kunnleika innan føðslu, og hann hevur sett allar rættirnar og drykkirnar saman á matarskránni hjá Josie´s Juice Bar. Eitt nú ber til at leska sær á við frískt pressaða djúsinum ?immunverjuskot? og frískum og heilsugóðum smoothies.
- Vit fegnast um, at tað nú ber til at fáa fríska frukt og grønt tvær ferðir um vikuna í Føroyum. Hetta kemur sjálvsagt at merkja, at góðskan á okkara mati og nýgjørdum drykkivørum verður enn betri, staðfestir Snorri Patursson.
Tað eru Elsa Maria Bærentsen og Jákup Jacobsen, sum eiga Josie´s Juice Bar. Kafein hevur opið allar gerandisdagar millum klokkan 11 og 19.